Ráðgeving til stovnar og vinnukundar um skiljing

image_pdf

Alsamt fleiri arbeiðspláss vilja fegin í gongd við at skilja meira, men ofta eru nógv ivamál um t.d. hvørjar skiljingar eru mest viðkomandi og hvørji íløt skulu keypast.

Durita Toftegaard starvast hjá IRF sum ráðgevi á hesum økinum og er til reiðar at hjálpa tykkum.  

Tit kunnu seta tykkum í samband við Duritu á tlf. 234223 ella senda ein teldupost til dt@irf.fo.  

Skeivar skiljingar frá vinnuni skulu minka við 50%

IRF hevur sett sær sum mál, at skeivar skiljingar frá vinnuni skulu minka við 50% í 2023. Fyri at náa hesum máli er eyka starvsfólkaorka sett av til at taka sær av allari ráðgeving hesum viðvíkjandi.

Ókeypis myndatekin til ruskíløt – les meira her.

Skiljiplakatir til byggi- og sjóvinnu – sí meira her.