“Á TetraPak teigin á okkara mjólkarpakkum eru komin eini boð um at skilja pakkarnar sum pappír. Hettar letur seg tíverri ikki gera í Føroyum enn og hava vit tískil heitt á TetraPak um at rætta tekstin til okkara viðurskifti. MBM biður viðskiftafólk okkara halda okkum til góðar”. Soleiðis skrivar MBM í dag á heimasíðu teirra.
Vegna stóru mongdina av pakkitilfari av goymsluni hjá MBM, verður áskriftin væntandi at síggja til einaferð út á heystið.
IRF vil mæla øllum føroyingum til at síggja burtur frá hesum áskriftum, tí tómu pakkarnir frá MBM kunnu ikki endurnýtast, men skulu latast sum vant í gráa posan.