Hvønn mikumorgun er Petur Hammer úr Saltangará sera tíðliga á fótum – tað veri seg frídagur ella ikki – tí tá verða húsarhaldsposarnir heintaðir, og tá hjálpir hann innsavnarunum hjá IRF.
Petur gongur í 7. flokki í Frískúlanum í Skálafirði, og aftaná skúlatíð er hann í Frítíðartoyminum við Løkin. Størstu áhugamálini hjá honum eru IRF, skiljing, innsavningarbilar og alt har ímillum.
Mikumorgnar kann tað henda seg, at Petur kemur eitt sindur seinni í skúla, tí tá hjálpir hann IRF at heinta húsarhaldsposarnar í Saltangará.
Petur gongur høgt uppí at tryggja, at ruskið er væl skilt, at gera arbeiðið hjá innsavnarunum so høgligt sum gjørligt og at einki spískt verður latið beinleiðis í posarnar til vanda fyri innsavnarnar.
Um eg hjálpi, so gongur tað nógv skjótari
Seinastu árini hevur Petur trúfast hjálpt innsavnarunum hvønn mikumorgun. Tá letur hann seg í IRF-blusu og helsi, sum hann hevur fingið frá monnunum, og fer at draga posar oman til vegin. Sama um tað er skúladagur ella frídagur, so er hann tíðliga á fótum og fer ágrýtin og hugagóður til verka.
Um tú spyrt hann, hví hann hjálpir innsavnarunum, er svarið einfalt og ósjálvsøkið: “Tí tað gongur nógv skjótari, um eg hjálpi teimum”.
Tilvitaður tannáringur
Tað eru nógv, sum ikki gera sær nakað víðari far um, hvagar alt tað fer, sum vit hvønn dag koyra vekk. Hetta er ikki galdandi fyri Petur. Hann gevur sær fær um alt hetta. Hann gongur høgt uppí skiljing av burturkasti – tað veri seg heima við hús, úti hjá øðrum og á kommunala endurnýtsluplássinum. Er nakar í iva um skiljing, so er bara at spyrja Petur, hvussu farast skal fram. Hetta dugir hann alt uttanat. Hann er javnan inni á heimasíðuni hjá IRF og lesur um skiljing, broytingar í innsavningini og onnur tíðindir frá felagnum.
Størsti fjepparin hjá IRF
Tað eru ikki nógv, sum vita, at bilarnir hjá IRF hava blómunøvn, men Petur veit um eitt nú Rósu, Ryska og Baldursbrá, og hann kennir menninar, sum koyra bilarnar. Tí kann av sonnum sigast, at Petur er størsti fjepparin hjá felagnum.
Innsavnarunum dáma væl, at Petur kemur at hjálpa. Hann er ein fastur partur av rutunum á eystara armi av Skálafjørðinum og er við til at seta lit á gerandisdagin hjá monnunum. Spyrt tú Petur, ætlar hann sær sjálvur at arbeiða hjá IRF, tá hann verður vaksin.
Petur er í sannroyndum ein góð fyrimynd fyri okkum øll – hjálpsamur, umhugsin og umhvørvistilvitaður.
Vit takka Peturi fyri nógvu hjálpina inntil víðari, og vit síggjast mikudagin.