Í juni mánaða fekk Rebekka Jacobsen, ið arbeiðir sum skrivstovufólk hjá IRF, prógv í útbúgvingini fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk (ÚSSM).
Rebekka hevur seinastu mánaðirnar gingið á ÚSSM-útbúgvingini hjá Synergi.
Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði. Útbúgvingin er soleiðis háttað, at luttakararnir fáa lærutilgongdina at passa inn í arbeiðið og inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera.
”Eg eri sera glað fyri at hava tikið hesa útbúgving, tí hon gevur mær góð amboð, sum eg kann brúka í gerandisdegnum. Tú lærir nógv um teg sjálva, og hvussu tú verður effektivari í arbeiðnum”, sigur Rebekka Jacobsen.
IRF leggur seg støðugt eftir at førleikamenna starvsfólk, og leiðslan fegnast um, at Rebekka hevur fingið prógv í eini útbúgving, har dentur hevur verið lagdur á bæði persónliga og fakliga menning.