Á aðalfundi tann 21. apríl 2021 samtykti IRF nýggjar reglur um innsavning av ruski frá húskjum í limakommununum. Reglurnar lýsa nágreiniliga, hvussu arbeiðsviðurskiftini hjá ruskinnsavnarunum eru skipaði.
Hesar reglur eru gjørdar við støði í kunngerð nr. 90 frá 20. juni 2011 um handfaring og burturbeining av burturkasti.
Stativið á røttum stað
Posastativið skal standa úti á sjónligum stað og sum høvuðsregla á stytstu leið millum koyriveg og húsini, tó í mesta lagi 20 metrar frá koyrivegi. Hjá húsarhaldum, ið hava meir enn ein posa, skal stativið í mesta lagi standa 10 metrar frá koyrivegnum. Bert eitt ruskstað skal vera á hvørjari ogn.
Ruskstaðið skal vera soleiðis, at tað er møguligt at koma heilt fram atstativinum við t.d.sekkjavogni, at stativið stendur á sløttum, soleiðis at posin kann takast uttan trupulleikar, og at posin kann takast og flytast uttan vanda fyri vanlukku ella heilsuskaða.
Ruskið
Rusk má ikki koyrast leyst í gráa ruskposan, men skal latast í ein afturlatnan posa.
Grái posi ikki tikin?
Orsøkir til, at grái ruskposin ikki verður tikin, kunnu vera:
• Grái ruskposin er skræddur.
• Grái ruskposin vigar meir enn 20 kg.
• Grái ruskposin er ovurfyltur, t.v.s. at tað eru minni enn 20 cm upp til kantin á posanum
Leiðin millum ruskstativ og innsavningarbil
Gonguleiðin skal vera sløtt og føst, ljós, rein og ruddilig. Gonguleiðin má ikki vera hál og skal vera ruddað fyri kava og ís.
Portur, lúkur el.tíl. skulu kunna standa í opnari støðu og vera nóg breið og høg til, at flutningurin kann fara fram uttan vanda.
Innsavnarin fer frá ognini,sum hann kom til hana. T.v.s. at portur o.t. skal latast aftur, tá ið farið verður av ognini.
Dettur burturkast niður, tá ið posin verður tikin, tekur innsavnarin hetta upp og beinir tað burtur, treytað av at krøvini í reglugerðini eru fylgd.
Fráboðan
Verður grái posin ikki tikin, fær viðkomandi húski boð um orsøkina frá IRF. Um borgarin ikki fær boð, kann orsøkin vera kavi, hálka ella tílíkt.
Øll reglugerðin kann lesast her.