Royna at skilja og endurnýta á Tvøroyri

Bingjuplássið á Tvøroyri heldur til í gamla grótbrotinum í Froðba. Hóast umstøðurnar ikki eru tær bestu, so verður roynt at skilja og endurnýta sum mest.

– Plássið er lítið, so onkuntíð kann vera trongligt. Men hóast tað ikki eru bestu umstøður, so leggi eg dent á at fáa skilt so væl sum møguligt og at fáa endurnýtt so nógv sum møguligt, sigur Kári Debes, ið passar bingjuplássið hjá Tvøroyrar kommunu.

Skilja og endurnýta
Og sigast má, at kommunan er tilvitað um skiljing og endurnýtslu.
Umframt bingjur til burturkast at brenna, eru bingjur til endurnýtslu av pappi og jarni.
Sjónvørp, teldur, el-lutir, hvítvørur, dustsúgvarar, káplar, ljósrør og vandamikið burturkast sum máling og annað verður sett fyri seg. Tangi er eisini at taka ímóti spillolju.
Sekkir eru at koyra gips, asbest og annað tyrviburturkast í.

Kvarna og fólk fáa flis
Kommunan hevur maskinu at kvarna við. Greinar verða kvarnaðar, og fólk kunnu fáa sær flis at nýta í urtagørðunum.
Mol0d og annað frá urtagørðum verður latið í bingju, og verður síðani koyrt í eina rúgvu fyri seg í grótbrotinum.
Eisini er bingja frá Dugna, har til ber at seta góðar brúktar møblar og annað, ið kann endurnýtast. Hetta verður so selt bíliga hjá Dugna.

Betri umstøður

Bingjuplássið á Tvøroyri treingir til betri umstøður.
– Vit hava serliga brúk fyri at fáa eina innkoyring og eina útkoyring. Tað hevði hjálpt munandi um. Men eisini at gjørt plássið størri, og fingið betri møguleikar fyri skiljing og endurnýtslu, sigur Kári.
Hann vísir eisini á, at onkuntíð hava trupulleikar verið av, at ótangar hava gjørt herverk. Tí er eisini tørvur á, at fáa alt betri avhegnað.