Setið ikki ruskposar út á vegin

Í nógva vindinum í dag var innihaldið í nógvum ruskposum, ið vórðu settir út á vegin, farið á flog og lá og sløddist á vegnum. Millum annað posar í Klaksvík, ið vp.fo vísti mynd av.

Jógvan Júst Olesen, leiðari fyri innsavningini hjá IRF, sigur soleiðis:

– Nógv fólk seta ruskið út, og tað er ein trupulleiki ikki bara í Klaksvík, men um alt landið. Hetta vilja vit ikki, at fólk skulu gera, tí umframt at ruskið kann fara í vindinum, kann eisini fuglur og ketta koma í. Tá sær ikki tespiligt út. Vit vilja heldur heita á fólk um at fáa sær ruskstativ tætt við vegin, so skuldi hetta ikki verið ein trupulleiki.

IRF savnar eisini nakað av posum saman, áðrenn innsavningarbilurin kemur at heinta, men tá ið nógvur vindur er, verður ansað væl eftir ikki at savna nógv niðurfyri, júst fyri ikki at koma í hendan trupulleikan.