Jólini eru battaríhøgtíðin mikla. Men hvussu burturbeina vit tey á rættan hátt?
Gomul battarí eru sera eldfim, og tí er alneyðugt, at tey verða rætt burturbeind.
Lat gomul battarí i eina krukku við loki á, og síðani í reyða posan hjá IRF ella inn á kommunala endurvinningarplássið. Les meira um reyða posa her.
Tá ið gomul battarí verða blandað við annað burturkast, er stórur vandi fyri, at eldur kemur í. Eldurin kann kykna í ruskposanum, í bingjum, í bilunum hjá IRF ella úti á støðunum hjá IRF.
Lat gomul battarí til endurvinningar, so sendir IRF battaríini til Stena Recycling í Danmark.
IRF ynskir øllum eini skilagóð jól.

