Plakatin “Skiljihjálp” er fyri at gera tað lættari fyri starvsfólkini á kommunalu plássunum kring landið at skipa plássið so væl sum gjørligt. Hon er gjørd fyri at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum á staðnum og hjá IRF-starvsfólkunum, sum heinta burturkastið.
Eitt væl skipað pláss ger tað:
- lættari hjá borgarunum at skilja burturkasti rætt
- lættari hjá starvsfólkunum á staðnum at hava plássið reint og ruddiligt
Hvørji íløt kunnu bíleggjast frá IRF?
Frá IRF kunnu plássini bíleggja: spíssbingjur, bingjur, lastir, IBC-tangar, klárar posar á 240 L, stórsekkir, málingabúr, reyðar posar, akkumulatorkassar, sýrufastar kassar (42 L), battaríkassar (10 L) og pappeskjur til ljósrør.
Fleiri av íløtunum á plakatini eru uppskot til, hvat burturkasti kann latast í. Í flestu førunum kann t.d. ein fiskakassi ella pallirammur verða nýtt í staðin fyri ein IBC-tanga o.s.fr.
Alt jarn og metal kann latast saman, men um metalini verða skild frá og latin inn fyri seg, fær kommunan pengar frá IRF fyri hesi.
Tey fullu íløtini verða heintað av IRF og nýggj íløt verða latin ístaðin.
Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við IRF á tlf. 41 42 43, um tit eru í iva um eitthvørt í mun til útgerð, íløt ella skiljing.
Lætt at skilja rætt við skiljiskjáttuni
Um tú ert í iva um, hvussu okkurt skal skiljast, ella um hvørt tað t.d. verður brent ella tyrvt, kann skiljiskjáttan hjálpa tær við hesum. Hon er løtt at brúka bæði á telefon og teldu.
Tá ið tú kemur inn á skiljiskjáttuna, kanst tú skriva eitt leitorð í teigin ovast, ella tú kanst leita í teimum bólkunum, sum eru gjørdir frammanundan. Til flestu uppsløgini kanst tú lesa meira um burturkastbólkin, síggja myndir v.m.
