Tú kanst hava 9 skiljingar við hús

image_pdf
  • Ílat nr. 1: Lutir til endurnýtslu
  • Ílat nr. 2: Pantfløskur og -blikk
  • Ílat nr. 3: Glas
  • Ílat nr. 4: Metal
  • Ílat nr. 5: Reyði posi
  • Ílat nr. 6: Hvíti posi
  • Ílat nr. 7: Bleytt plast
  • Ílat nr. 8: Grái posi
  • Ílat nr. 9: Matleivdir (kompostering við hús)

Ílat nr. 1 – Lutir til endurnýtslu

Ella sagt við øðrum orðum: Alt tað, sum ikki er burturkast.

Tað er sera týdningarmikið, at góðir brúkslutir, klæðir, bøkur, møblar, leikur og annað, sum onnur kunnu fáa gleði av, ikki fara í posarnar hjá IRF, men verða seld ella latin til endurnýtslu.

Eitt tað besta, sum tú kanst gera fyri umhvørvið, er at minka um títt egna burturkast og heldur endurnýta, so nógv sum gjørligt.

Prei: Hav altíð ein kassa ella posa standandi til alt tað, sum tit ikki longur hava brúk fyri. Tá ið kassin ella posin er fullur, lat til endurnýtslu.

Ílat nr. 2 – Pantfløskur og -blikk

Allar plastfløskur, glasfløskur og aluminiumsblikk, ið hava pantmerkið á, skulu latast inn í pantskipanirnar kring landið.

Ílat nr. 3 – Glas

Allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast inn til kommunala endurvinningarplássið. Bæði klárt og litað glas kann latast inn. Glaslutirnir skulu vera tómir og skolaðir við vatni. Ikki er neyðugt at nýta sápu. Etikettir kunnu vera á, og sama kunnu lok og proppar úr plasti, korki og metali.

Prei: Hav eina pappeskju standandi í bilhúsi ella hjalli, og far á kommunala endurvinningarplássið við henni, tá ið hon er full.

GG: Kanna eftir, um títt kommunala endurvinningarpláss tekur ímóti glasi.

Ílat nr. 4 – Metal

Mettallutir kunnu latast inn á kommunala endurvinningarplássið. Metalíløt (t.d. blikk) skulu vera tóm og skolað við vatni. Ikki er neyðugt at nýta sápu.

GG: Kanna eftir, um títt kommunala endurvinningarpláss tekur ímóti jarni.

Prei: Hav eina pappeskju standandi í bilhúsi ella hjalli, og far á kommunala endurvinningarplássið við henni, tá ið hon er full.

Ílat nr. 5: Reyði posi

Reyði posin er til serburturkast.

Serburturkast er t.d. øll sløg av battaríum (latast í krukku við loki), ljósperur, smærri ljósrør, smærri elektroniskir lutir (fartelefonir, teldlar, løðarar, roykávararar, leikur og káplar), øll kemikaliu (lútur, sýra, loysingarevni og sterk sápa) og allir spreydunkar (fullir og tómir), t.d. hársprey, rómasprey, spreymáling o.s.fr.

Ílat nr. 6: Hvíti posin

Alt reint papp og pappír kann latast í hvíta posan.

Prei: Tað er sera ómakaleyst at skilja pappír og papp frá vanliga húsarhaldsruskinum. Um tú hevur eitt ílat ella ávíst stað í køkinum at leggja papp og pappír, varnast tú skjótt, hvussu nógv kann fara í hvíta posan.

Ein eyka ágóði við at skilja pappír og papp er, at grái posin ikki fyllist so skjótt.

Ílat nr. 7: Bleytt plast

Bleytt plast er plast, sum er so bleytt, at tú kanst binda ein knút við tí. Plastið kann vera klárt og litað, og tað kann hava prent á. Tað má ikki vera dálkað av feitti, mati, máling ella tílíkum.

Tú kanst samla bleyta plastið í ein kláran posa og leggja í hvíta posan ella lata tað inn á kommunala endurvinningarplássið.

Ílat nr. 8: Grái posi

Grái posin er einans til restburturkast. Restburturkast er alt tað, sum ikki skal í hvíta posan, reyða posan ella á kommunala endurvinningarplássið.

Ílat nr. 9: Matleivdir (kompostering við hús)

Alsamt fleiri føroyingar royna seg við ymiskum sløgum av sankutøð (kompostering) við hús. Ein møguleiki er at brúka tær sonevndu bokashi-spannirnar til at endurvinna matleivdirnar. Les meira um bokashi her.

Bokashi - Moldvirki stórur kassi

Nógvir fyrimunir við at endurvinna matleivdir

Tá ið vit endurvinna matleivdir, verður virðismikla tilfeingið í matleivdunum hildið í ringrás heldur enn at verða brent. Harafturat eru matleivdir sera ríkar í føðsluevnum, og tí minka vit um tørvin at innflyta kunsttøð. Vit minka eisini um tørvin at innflyta eins nógva mold, tá vit í størri mun framleiða okkara egnu mold.

Ein annar stórur fyrimunur við at skilja matleivdir frá vanliga húsarhaldsburturkastinum er, at tú fært eyguni upp fyri matoyðsli, og tú gerst meira tilvitaður um, hvussu nógvan mat, tú koyrir burtur. 

Hví tekur IRF ikki ímóti matleivdum?
IRF hevur arbeitt nógv við at kanna møguleikarnar fyri at gera eina felagsloysn fyri endurvinning av matleivdum í øllum økinum hjá IRF, men enn er eingin loysn funnin, ið hóskar seg til føroysku umstøðurnar.