SØGA

image_pdf

Í 1970’unum var nógv kjak og politiskt rumbul um at fáa sett á stovn eina brennistøð fyri allar Føroyar. Avbjóðingin var stór við tí nógva burturkastinum, sum endaði í havinum og í náttúruni sum heild.

Av tí at stór ósemja var um, hvar brennistøðin skuldi liggja, tók Tórshavnar kommuna seg úr kjakinum og gjørdi av at byggja sína egnu brennistøð, Kommunala Brennistøðin á Hjalla í Havn.

Hinar kommunurnar í Føroyum komu ásamt um í 1979 um at stovna Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin IRF. Endamálið við felagnum var soleiðis: “at virka fyri at burturkast og annað órudd verður beint burtur, so dálking av umhvørvinum heldur uppat” (Viðtøkur felagsins 2.grein). Eftir mikið kjak um staðsetingina, komu kommunurnar ásamt um at leggja brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík, sum liggur lítlar tríggjar kilometrar frá bygdini. Brennistøðin hjá IRF var tikin í nýtslu í 1989.

Virksemið hjá IRF er nógv vaksið síðani hetta og fevnir tað í dag eisini um móttøkuhøll, endurvinningarhøll, tyrvimóttøku, rottangaskipan, oljureinsiverk og innsavning og handfaring av serburturkasti.

Varðar á leiðini

1979: IRF stovnað

1989: Brennistøð og tyrvingarpláss tikin í nýtslu

1991: Oljureinsuverkið á Kambsdali tikið í nýtslu

1996: Byrja innsavning av rottangaevju

1997: Støðin í Trøllavík tikin í nýtslu

1998: Jarnendurnýtslan á Gjánoyri tikin í nýtslu

2001: Endurvinningarhøll á Hagaleiti til pappír, papp og plast

2005: Nýggj roykreinsiskipan til brennistøðina

2009: Munandi útbygging av brennistøðini og jarnendurnýtsluni

2013: Nýtt oljureinsiverk og høll til serliga dálkandi burturkast á Hagaleiti í Leirvík

2016: Oljureinsiverkið og serliga dálkandi burturkast fingið altjóða ISO 14001:2015 góðkenning

2018: Stór og væleydnað útbygging av brennistøðini

2020: Nýggj móttøkuhøll tikin í nýtslu á Hagaleiti

2020: Nýggjur skrivstovubygningur tikin í nýtslu á Hagaleiti

2021: Alt virksemið hjá IRF fingið altjóða ISO 14001:2015 góðkenning

2023: Nýggj tyrvimóttøka og reinsiverk tikið í nýtslu í Nýggjheiðum í Kvívík