SØGA

image_pdf

Í 1970’unum var nógv kjak og politiskt rumbul um at fáa sett á stovn eina brennistøð fyri allar Føroyar. Avbjóðing var stór við tí nógva burturkastinum, sum endaði í havinum og í náttúruni sum heild.

Av tí at stór ósemja var um, hvar brennistøðin skuldi liggja, tók Tórshavnar kommuna seg úr kjakinum og gjørdi av at byggja sína egnu brennistøð, Kommunala Brennistøðin á Hjalla í Havn.

Hinar kommunurnar í Føroyum komu ásamt um í 1979 um at stovna Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin IRF. Endamálið við felagnum var soleiðis: “at virka fyri at burturkast og annað órudd verður beint burtur, so dálking av umhvørvinum heldur uppat” (Viðtøkur felagsins 2.grein). Eftir mikið kjak um staðsetingina, komu kommunurnar ásamt um at leggja Brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík, sum liggur lítlar tríggjar kilometrar frá bygdini. Brennistøðin hjá IRF var tikin í nýtslu í 1989.

Virksemi hjá IRF er nógv vaksið síðani hetta og fevnir tað í dag eisini um eitt Oljureinsiverk, Móttøkuhøll, Endurvinningarhøll, Tyrvingarpláss, Rottangaskipan, og innsavning og handfaran av serburturkasti. .

Varðar á leiðini

1979: IRF stovnað

1989: Brennistøð og tyrvingarpláss tikin í nýtslu

1991: Spillolju reinsiverk á Kambsdali tikið í nýtslu

1996: Byrja innsavning av rottangaevju

1998: Jarn endurnýtslan á Gjánoyri tikin í nýtslu

2001: Endurnýtslan á Hagaleiti til pappír, papp og plast

2005: Nýggj roykreinsiskipan til Brennistøðina

2009: Munandi útbygging av Brennistøðini og Jarn endurnýtsluni

2013: Nýtt spilloljureinsiverk á Hagaleiti í Leirvík

2016: Spilloljuverkið og Vandamikið burturkast fingið altjóða ISO 14001:2015 góðkenning

2018: Stór og væleydnað útbygging av Brennistøðini

2020: Nýggj Móttøkuhøll tikin í nýtslu á Hagaleiti

2021: Nýggjur skrivstovubygningur tikin í nýtslu á Hagaleiti

2021: Alt virksemið hjá IRF fingið altjóða ISO 14001:2015 góðkenning