Summarátakið hjá IRF á G! eydnaðist væl.
Endamálið var at varpa ljós á stubbar og snúsposar í almenna rúminum og gera tað lættari hjá festivalgestunum at beina teir burtur á rættan hátt.
Mett varð frammanundan, at umleið 30.000 stubbar og snúsposar kundu fara at liggja eftir á festivaløkinum.
Tí vóru tvey stubba- og snúsrør sett upp, og Sóljurnar hjá IRF býttu lummar út, sum gestirnir kundu hava við sær.
Úrslitið:
🌻 Umleið 5.000 stubbar og snúsposar vórðu latnir í rørini
🌻 885 stubba- og snúslummar býttir út
Stubbarnir í rørunum siga tó ikki alla søguna. Endamálið var ikki bert at fylla rørini, men at fáa fleiri at geva sær far um, hvar stubbar og snúsposar enda.
Eru teir farnir í onnur ruskíløt, er tað minst líka gott.
Stubbar og snúsposar vóru framvegis at síggja á økinum, men allur bati bøtir, og hvør stubbi, sum ikki endar í náttúruni, munar.
Vit í IRF eru væl nøgd við átakið, sum eisini hevur verið okkum læruríkt.
Tøkk eigi G! og øll, ið tóku undir við átakinum og hjálptu okkum at halda festivaløkið reinari.