Starvsfólkatiltak við Matkovanum um gagnnýtslu av avroðum

Eftir flettingina í heyst skipaði Matkovin fyri einum øðrvísi tiltaki um gagnnýtslu av avroðum fyri starvsfólkunum hjá IRF. Nógvir møguleikar eru at gagnnýta tað tilfeingið, sum fæst burtur úr seyðinum og hetta ger Matkovin nógv burturúr. Sí heimasíðuna www.matkovin.fo

IRF fegnast um virksemið hjá Matkovanum, sum stimbrar undir gagnnýtslu av tí, sum kemur burtur úr flettingini, tí hetta kann samstundis minka um nøgdirnar av lívrunnum burturkasti at brenna.

Tiltakið byrjaði við framløgu við Sunnivu Mortensen frá Matkovanum, har hon vísti á týdningin at økja virðingina fyri avroðunum og at læra fólk at gagnnýta tey. Eftir framløguna varð farið til borðs, har dugnaligi kokkurin, Kári Kristiansen, stóð fyri matgerðini.

Hann borðreiddi fýra rættir við ymiskum seyðaavroðum: hjarta, nýru, livur, vomb og blóð.

Rættirnir vóru:

– Livrasúlta við reyðrót

– Hjarta og nýru í escabeche

– Epla-og purrusúpan við vambardálum

– Muffin við blóði, banan og sjokulátabitum

Seyðaavroðini vóru frá Óla bónda í Leirvík og grønmetið var frá Jóannes bónda í Miðstovugarði á Sandi. Sostatt var talan um eina serføroyska máltíð við hágóðskurávørum.

Her eru nakrar myndir frá væl eydnaða tiltakinum.