STØRV

image_pdf

Onki starv er leyst í løtuni.

Sjálvboðin umsókn

Hjá IRF hava vit javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum vilja starvast hjá okkum.

Skriva til okkara og greið frá tær, tínari útbúgving og royndum, og hví tú vilt arbeiða hjá IRF. Vit goyma allar umsóknir í 3 mánaðir.

Umsóknin kann sendast til starv@irf.fo.

IRF á Hagaleiti

Starvsvenjing og skúlaverkætlanir

Hevur tú hug at royna teg í starvsvenjing hjá IRF ella at gera eina skúlaverkætlan í samstarv við okkum, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn hesum viðvíkjandi á starv@irf.fo.

Nærri upplýsingar um starvsvenjing og samstarvsverkætlanir kunnu fáast hjá Suffíu Høj, HR-leiðara, á tlf. 234227 ella á sh@irf.fo

IRF hevur javnan næmingar í starvsvenjing, og tað er bæði gevandi og stuttligt at fáa ung fólk inn til IRF. Eisini eru tað alsamt fleiri næmingar, bæði í fólkaskúla og á miðnámi, sum skriva uppgávur um burturkastøkið í Føroyum, og tá kann IRF á ymiskan hátt koma við íkasti til uppgávurnar.