Koyrisamskipari við ábyrgd fyri rutuplanlegging

image_pdf

Heldur tú tað vera spennandi at arbeiða við logistikki og planlegging – og hevur tú sans fyri at fáa ruturnar at ganga upp, soleiðis at innsavningin koyrir smidliga kring allar Føroyar? So er tað allarhelst tær, vit leita eftir!

Hjá IRF leita vit eftir einum skipaðum og ábyrgdarfullum koyrisamskipara, sum møtir kl. 07.00, og sum hevur dagligu ábyrgdina av, at ruturnar altið eru væl skipaðar og klárar, tá ið arbeiðsdagurin byrjar.

Um starvið

Tú verður partur av einum dugnaligum toymi við 5 øðrum starvsfelagum í deildini Innsavning og reinsitænasta, sum samskipar alla koyring og vegleiðir borgarum, stovnum og vinnulívi skrivliga og í telefon um skiljing av burturkasti. Knýtt at deildini eru 23 bilar og 29 bilførarar, sum dagliga savna inn burturkast, rottangaevju v.m. frá húsarhaldum, stovnum og vinnulívi umframt 41 kommunalum endurvinningarplássum í 28 kommunum í Føroyum.

Tínar arbeiðsuppgávur eru m.a. at:

  • samskipa dagligu ruturnar í samstarvi við bilførararnar
  • tillaga rutur og kunning í sambandi við broytingar vegna veður, tekniskt brek og líknandi
  • vera við til at menna logistikskipan okkara, TARP
  • vera við til at menna arbeiðsgongdir
  • samskifta við kundar og skráseta uppgávur

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur royndir innan flutningslogistikk, samskipan av koyring ella líkandi
  • hevur gott yvirlit og dugir at finna loysnir
  • dámar og dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar í skrift og talu
  • hevur hevur góðar KT-førleikar og kanst vegleiða onnur
  • trívist við einum fjølbroyttum gerandisdegi, har tú til tíðir skalt finna skjótar og góðar loysnir
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at fáa fylgiskap

Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú hevur ein lyklaleiklut við ábyrgd og við møguleika at gera mun. Tú fært skipaða upplæring í okkara KT-skipanum og arbeiðsháttum. Tú verður partur av eini stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Arbeiðstíðirnar eru frá kl. 07.00-15.00 mánadag til hósdag og fríggjadag frá kl. 07.00-14.00. Starvsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík, og tú vísir til leiðaran fyri Innsavning og reinsitænastu. Starvið verður lønt sambært sáttmála við Starvsfelagið ella annað viðkomandi avvarðandi yrkisfelag.

Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum hálvan august ella eftir avtalu.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi 15. juli 2025. 

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Duritu Toftegaard, leiðara fyri Innsavning og reinsitænastu á tlf. 234223 ella Andrias Joensen, tekniskan leiðara á tlf. 234214.

Les meira og søk starvið HER.

Um IRF

IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 36.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo.