Hevur tú fingið IRF-álmanakkan í postkassan?
Í vikuni er IRF-álmanakkin borin út til øll hús í Suðuroy. Hesin vísir, nær hvítu posarnir verða heintaðir í ávikavist sunnaru og norðaru helvt av oynni.
Á álmanakkanum er eisini onnur viðkomandi kunning frá IRF um t.d. skiljing í hvíta og reyða posa og um útbering av nýggjum posum.
Tað er sera ómakaleyst at skilja pappír og papp frá burturkastinum. Um tú hevur eitt ílat ella ávíst stað í køkinum at leggja papp og pappír, varnast tú skjótt, hvussu nógv kann fara í hvíta posan. Fyrr vóru krøvini til pappírendurvinning strangari, men í dag kunnu mestsum øll sløg av pappi og pappíri endurvinnast. Einasta kravið er, at tað er ikki illa dálkað av máling, feitti ella matleivdum.
Ongan álmanakka fingið?
Um tú hevur klisturmerkið ”Ongar lýsingar – takk” á postkassanum, fært tú ikki prentaða álmanakkan frá IRF. Hann kann tó síggjast og prentast her.