Summaravloysarar við stórum koyrikorti

image_pdf

IRF søkir eftir summaravloysarum við stórum koyrikorti. Ynskiligt er, at byrjað verður sum skjótast.

Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur, ert tú møguliga tann, vit søkja.

Løn
Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Adelbert Ellingsgaard á tlf. 23 42 15.

Umsókn
Skrivlig umsókn kann sendast til irf@irf.fo ella til IRF, Víkarvegur 107, 520 Leirvík.