Summarstarv hjá IRF

image_pdf

IRF søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2025. Vit bjóða tær møguleikan at verða partur av einum stórum starvsfólkahópi, sum hvønn dag lyftir eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Talan eru um summarstørv innan hesi øki:

  • sum innsavnari
  • sum bilførari (stóra koyrikortið krevst)
  • í endurvinningarhøllini á Hagaleiti
  • í viðlíkahaldi o.a.

Um størvini

Innsavnari

Starvið sum innsavnari fevnir um innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í limakommununum hjá IRF.

Tú ert likamliga væl fyri og kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur. Tað er ein fyrimunur um tú hevur stóra koyrikortið.

Vit bjóða tær eitt starv, har samanhaldið er gott, og tú fært nógva fríska luft og kemur runt ein stóran part av landinum.

Bilførari

Starvið sum bilførari er at koyra bingju- ella pressubil og at savna inn burturkast frá vinnu og kommunalu endurvinningarplássunum í stórum parti av landinum. Tú kanst eisini verða knýtt/ur at reinsitænastuni, og tá er uppgávan m.a. at tøma rottangar ella at heinta spillolju og oljudálkað vatn v.m.

Tú hevur stóra koyrikortið, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at koyra lastbil.  Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur.

Endurvinningarhøllin

Í endurvinningarhøllini á Hagaleiti í Leirvík er uppgávan, saman við royndum starvsfeløgum, at skilja pappír, papp, plast, v.m., sum verður buntað og sent uttanlands til endurvinning.

Tú ert væl fyri likamliga, kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur.

Viðlíkahald

Starvið í viðlíkahaldinum er m.a. at sláa gras, mála og gera annað fyrifallandi arbeiði í økinum á Hagaleiti í Leirvík.

Setanarviðurskifti

Talan er um um tímalønt starv í tíðarskeiðnum frá umleið 1. juni til 31. august 2025. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Sig okkum hvat tíðarskeið tú ert áhugað/ur at starvast í og hvørji øki tú er áhugað/ur í. Send okkum tína umsókn í seinasta lagi 18.05.2025

Søk summarstarv her

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til HR-leiðaran Suffíu Høj, tlf. 234237, sh@irf.fo.

Um IRF

IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 40.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera ein mun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt minni skal brennast og alsamt meira skal endurvinnast – umhvørvinum og okkum øllum at frama.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari.