Ikki ber til at endurnýta pappírið, um plastið fylgir við. Neyðugt er tí at taka plastið av, áðrenn pappírið fer í tann hvíta posan til endurnýtslu, sigur IRF.
– Vit hava ikki arbeiðsorku at taka plasti av, so tíverri fara lýsingar og bløð, sum eru pakkað inn í plast, í brenniovnin. Hetta er sera harmiligt, sigur Aslaug Gisladóttir, varastjóri hjá IRF, tí talan er um rættiliga stórar nøgdir.
Tað er jaligt at síggja, at fólk í alt størri mun ynskja at endurnýta, og vilja vit við hesi kunning hjálpa teimum at gera tað á rættan hátt.
Vit vilja tí heita á fólk um at taka plasti av lýsingum og bløðum, áðrenn pappírið verður latið til endurnýtslu. Pappír og papp kann nevniliga endurnýtast heilar 7 til 10 ferðir.