Í seinastu viku skipaði IRF fyri afturvendandi tiltakinum, har starvsfólk frá kommunalu bingju- og endurnýtsluplássunum kring landið og umboðum úr bý- og bygdaráðum koma saman. Hesa ferð varð tiltakið í Bygdarhúsinum í Leirvík. Undirtøkan var sera góð, tí umleið 80 fólk luttóku og næstan allar limakommunurnar vóru umboðaðar.
Virksemið hjá IRF fevnir um allar Føroyar – frá norðasta horni til sunnasta spískin, og tískil er tað ikki á hvørjum degi, at høvi býðst pørtunum at møtast.
Á skránni var m.a. ein støðulýsing av øllum bingjuplássum, sum nýliga er gjørd og send kommununum. Harumframt greiddi IRF eisini frá dagføring av íløtum og skiljing av ymiskum burturkastbólkum. Høvi var hjá øllum luttakarum at fáa greiðu á ymiskum ivamálum um skiljing og annað, og síðan varð skipað fyri rundferð hjá IRF úti á Hagaleiti í Leirvík.