Í dag skipaðu Kommunala Brennistøðin og IRF fyri einum fyrilestri um útskifting og burturbeining av graslíkisvøllum.
Kommunala Brennistøðin og IRF hava síðani 2020 sent graslíkisvøllir til donsku fyritøkuna, Re-match, til endurvinning. Tiltakið í dag byrjaði við, at Søren Østergaard frá Re-match greiddi frá um teirra virksemi. Hann greiddi frá ymiskum sløgum av graslíkisvøllum, og hvussu vøllirnir skulu viðlíkahaldast, takast av, pakkast og fraktast fyri at hóska seg til endurvinningarvirksemið hjá Re-match. Søren vísti m.a. eisini á týdningin av, at kommunur og ítróttarfeløg útvega sær allar tær neyðugu, teknisku upplýsingarnar um nýggjar graslíkisvøllir, longu tá ið teir verða keyptir, tí tað lættir nógv um arbeiðið, tá vøllurin seinni skal skiftast og sendast til endurvinning.
Síðani greiddi Frank Hansen frá Tórshavnar kommunu frá, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis, tá ein graslíkisvøllur skal skiftast út. Tað er týdningarmikið, at arbeiðið er væl skipað við hjálparfólkum og maskinum, og veðurviðurskiftini hava eisini stóra ávirkan á arbeiðið.
At enda hevði Sølvi Reinert Hansen frá Runavíkar kommunu eina framløgu um, hvussu kommunan, tá ið graslíkisvøllurin við Løkin varð skiftur fyrr í ár, skipaði arbeiðið soleiðis, at gamli vøllurin fer at verða endurnýttur til fleiri smærri vøllir í bygdunum í kommununi.
KB og IRF takka teimum kommununum, sum vóru umboðaðar á tiltakinum, fyri áhugan.
Eisini verður heitt á allar kommunur og feløg, sum í næstum fara undir at fyrireika eina útskifting av graslíkisvøllum, um at seta seg í samband við ávikavist IRF ella KB, soleiðis at farið verður rætt fram.
Les meira um skiljing av graslíki her.