Timbur o.l. skal ikki í spíssbingju

image_pdf

Timbur og annað hart burturkast skal ikki latast í eina spíssbingju ella aðra smábingju. Tílíkar bingjur verða tømdar á staðnum í ein pressubil hjá IRF, men av tí at timbur og annað hart burturkast ikki kann pressast saman, er tílíkt tilfar skaðiligt fyri pressubilarnar.

Um tit skulu burturbeina timbur og annað hart burturkast, skulu tit umbiðja eina vanliga bingju ella last frá IRF. Tá ið hesar eru fullar, verða tær koyrdar til IRF og tømdar har.