Timburmóttøkan á Gjánoyri

Vegna umbyggingina á Hagaleiti verður alt stórt timbur, sum kemur inn til IRF, móttikið á Gjánoyri.

Talan er um stórt timbur, tá tað er longri enn 1,2 metur.

Tað er sera týdningarmikið, at tað bert er timbur í bingjunum/lastunum, sum koma inn, og ikki annað blandað burturkast, sum t.d. plast, bjálving, flamingo v.m.

Um burturkastið er blandað, verður tað ikki móttikið av IRF á Gjánoyri.

Plássið hjá IRF á Gjánoyri húsar jarnendurnýtsluni hjá felagnum. Timburmóttøkan er, sum nevnt omanfyri, bert fyribils, inntil nýggja móttøkuhøllin á Hagaleiti væntandi verður klár komandi summar. Plássið er ikki egnað til goymslu av blandaðum burturkasti. Tá vindur kemur á plássið, fýkur alt smærri burturkast út í náttúruna, og er hetta ein sera harmilig støða, sum ikki má koma fyri.

Tit kunnu lesa meira um skiljing og endurnýtslu av burturkasti á undir skiljing, og tit eru eisini vælkomin at ringja á 41 42 43 fyri nærri kunning um skiljing og útgerð hesum viðvíkjandi.   kkum.