Trý starvsfólk fingið ÚSSM-prógv

Í farnu viku fingu trý starvsfólk hjá IRF prógv í útbúgvingini fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk (ÚSSM).

Súsanna Joensen, Barbara Jørleifsdóttir Berg og Poula Poulsen hava seinasta hálva árið gingið á ÚSSM-útbúgvingini hjá Synergi.

Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði. Útbúgvingin er soleiðis háttað, at luttakararnir fáa lærutilgongdina at passa inn í arbeiðið og inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera.

Útbúgvingin hevur verið sera lærurík og gevandi bæði í mun til tað fakliga og tað persónliga. Tú lærir nógv um teg sjálva og um hinar skeiðsluttakararnar, sum tú ert í tøttum samstarvi við” sigur Súsanna Joensen.  

IRF leggur doyðin á støðuga førleikamenning av starvsfólkunum, og fegnast leiðslan um, at Súsanna, Barbara og Poula nú hava fingið prógv í eini útbúgving, har dentur hevur verið á bæði persónliga og fakliga menning.