Tyrvingarplássið í Oyndarfirði verður fríðkað

Nú størsti parturin av tyrvingarplássinum hjá IRF í Oyndarfirði verður niðurlagdur, verður farið undir at fríðka um økið.

Lendið verður nú slættað út og skervur lagdur á. Síðan kemur ein dúkur á, og út yvir hendan kemur eitt lag av mold. At enda verða grasfræ stroydd út yvir alt økið. Endamálið er at fríðka um lendið, soleiðis at tað aftur gerst ein natúrligur partur av vøkru náttúruni við bygdina.

Tað er bert øska frá Brennistøðini hjá IRF, sum verður tyrvd í Oyndarfirði, og fer annað tyrvingarburturkast suður til tyrvingarplássið í Trøllavík.

Øll tyrvingarplássini hjá IRF eru umhvørvisgóðkend, og verða tey nýtt til:

  • Burturkast, sum ikki skal brennast
  • Burturkast, sum ikki kann endurnýtast
  • Burturkast, sum ikki er serliga dálkandi