Umhvørvisstovan: IRF dálkar ikki

Ikki er neyðugt við fleiri árinskanningar av mold, gras og seyði á Hagaleiti, tí eingin dálking sæst frá Brennistøðini, staðfestir Umhvørvisstovan.

Heilt síðani 1993 hevur Umhvørvisstovan gjørt regluligar árinskanningar í økinum kring Brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík fyri at kanna, um Brennistøðin dálkar. Úrslitini verða árliga send til Umhvørvisstovuna.

Moldin og grasið kring Brennistøðina er kannað annaðhvørt ár, har kannað verður fyri cadmium, blýggj og kyksilvur. Samanborið er við mold á Velbastað, Kirkjubø og Syðradali.

Árinskanning er eisini gjørd av óm og lombum, sum hava gingið í hagaparti tætt við Brennistøðina. Har er seyðalivurin kannað fyri cadmium, blýggj og kyksilvur og tálgin fyri dioxin. Hendan kanningin er gjørd á hvørjum ári. Í hesum føri er samanborið við ær og lomb, sum hava gingið í hagaparti á Strondum.

Úrslitini vísa, at virðini liggja undir ásetta markvirði.

Umhvørvisstovan sigur soleiðis í niðurstøðuni: “Út frá úrslitunum frá hesum kanningunum, er Umhvørvisstovan komin til ta niðurstøðu, at tað ikki er neyðugt at gera hesar kanningarnar í framtíðini.”

Víðari siga teir, at “úrslitini frá sýnistøkum av mold, gras og av seyði, fleiri ár aftur, vísa, at innihaldið av dálkandi evnum er lágt. T.v.s., at vit kunnu staðfesta, at ongin týðandi dálking frá brennistøðini sæst aftur í mold, gras ella seyði á Hagaleiti, har brennistøðin heldur til.”