Væl skipað umhvørvispláss í Sunda kommunu

– Vit hugsa um umhvørvið og alt, ið hevur við umhvørvið at gera. Tað er týðandi fyri okkum, at vit verja náttúruna og endurnýta sum mest, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Umhvørvisplássið í Sunda kommunu liggur beint norðanfyri brúnna við Streymin. Tað vil siga heilt tætt við nýggju Náttúrulundina við Streymin.
– Vit ynskja at vera ein fyrimynd, og vit meta okkum sjálv vera millum tey fremstu í landinum, tá ið tað ræður um umhvørvið og at hava eitt reint ruskpláss, sigur Heðin.

Felags umhvørvispláss
Eins og á so nógvum øðrum støðum kring landið, so vóru nógv smá ruskpláss í teimum ymsu bygdunum í núverandi Sunda kommunu. Men tá ið kommunurnar løgdu saman í 2005, varð alt skipað av nýggjum, og flestu av teimum smáu ruskplássunum vórðu niðurløgd, og eitt nýtt felags ruskpláss varð skipað fyri alla kommununa við Streymin.
Við Gjógv og í Tjørnuvík er tó framvegis ein bingja á hvørjum staði, har til ber at lata rusk, ið skal brennast.
Skipanin hevur riggað væl, og sjálvt um nøkur hava eitt sindur longri at koyra enn áður, so eru fólk tó glað fyri tað, tí at har er reint og nossligt og góðir møguleikar eru at skilja.

Endurnýta sum mest
Tað er Sakaris Hansen, vanliga nevndur Saggi, ið er umsjónarmaður á Umhvørvisplássinum í Sunda kommunu.
– Vit leggja dent á, at møguleiki skal vera at endurnýta, og tí skulu tað eisini vera góðir møguleikar at skilja ruskið, sigur Saggi.
Tað er væl skeltað á Umhvørvisplássinum, so fólk síggja, hvar tað ymiska skal.
Skilt verður í papp/pappír, jarn, timbur, greinar og vøkstur, el-lutir, køliskáp/frystiskáp, tað, sum skal tyrvast, spillolja, máling, vandamikil evni, akkumolatorar og so hevur Dugni eisini bingju, har fólk kunnu lata góðar møblar og annað, ið verður selt aftur bíliga.

Rampur gera tað lættari
Tvær rampur eru á umhvørvisplássinum; ein við trapputrinum og ein við einum skráa, so at lættari er at sleppa av við tað, ið skal til jarn, greinar og annað.
– Fólk eru sera glað fyri hesar rampurnar, tí at tað er lættari at sleppa av við tað, sum tey hava, og lata tað í røttu bingjuna, sigur Saggi.

Seta pengar av til kvørn

Øll mold, greinar og annar vøkstur, ið kemur inn, fer á moldgoymsluna á Oyri. Tosað hevur av og á verið um at fingið eina kvørn, og so kvarna og brúkt flis’ið m.a. til nýggju náttúrulundina.
– Vit hugsa bæði um umhvørvið og pengarnar. Vit hava tosað við tey í Vestmanna og onnur, og ætlanin er at fáa eina kvørn og umstøður at kvarna. Vit ætla at seta pengar av til hetta á fíggjarætlanini fyri 2018, sigur Heðin Zachariasen.

Trýstbingjur gera góðan mun
Umhvørvisplássið í Sunda kommunu var tað fyrsta í landinum, ið gjørdi íløgur í trýstbingjur. Hetta var longu í 2008. Bingjurnar trýsta burturkastið meir saman, so at nógv meira fæst í hvørja bingju. Nú eru tríggjar tílíkar bingjur. Tvær verða nýttar til burturkast at brenna, og ein er til papp/pappír.
– Vit fáa fleiri ferðir so nógv í hvørja bingju, í mun til áður. Tvær rúma 35 og ein 55 tonsum, og av tí sama er ikki neyðugt at tøma bingjurnar so ofta sum áður, sigur Saggi.
Sjálvt um trýstbingjurnar vóru ein stór íløga fyri kommununa, so er tað eisini ein stór sparing í rakstrinum. Ein sparing, sum við tíðini sparir seg inn aftur.
– Vit ynskja, at tað skal vera so einfalt sum møguligt hjá fólki, bæði at skilja og at sleppa av við ruskið. Trýstbingjurnar gera tað munandi lættari, og tað, at plássið er væl hildið, ger, at fólk eru raskari at skilja og halda tað reint, sigur Heðin.

Náttúruperlurnar Gjógv, Saksun og Tjørnuvík
Sunda kommuna eigur fleiri av perlunum, tá ið hugsað verður um vøkru føroysku náttúruna. Millum annað Gjógv, Saksun og Tjørnuvík. Har vitjar eitt stórt tal av ferðafólki á hvørjum ári, men hetta krevur eisini sítt, tá ið hugsað verður um rusk.
– Ruskíløtini á hesum støðum mugu tømast rættiliga ofta um summurini, sigur Sakarias Hansen, umsjónarmaður, ið er ein av teimum, ið skipar hetta arbeiði.

Væl skipað endurnýtsla
IRF fegnast um, at Sunda kommuna hevur eina góða og sera væl skipaða endurnýtslu.
Les meira um, hvussu ein kommuna kann skipa sína endurnýtslu, við at trýsta á her.