Navn og endamál
1. grein
Felagsins navn er L/F Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin, stuttstavað IRF.
Heimstaður felagsins er Leirvík. Felagið er lutafelag og er skuldbindingin avmarkað fyri lutaeigararnar (sí grein 4).
2. grein
Felagsins endamál er:
• at virka fyri at burturkast og annað órudd verður beint burtur, so dálking av umhvørvi heldur uppat.
• at løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing og løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd verða hildnar, og um gjørligt, at fáa framleiðslu í lag í sambandi við frammanfyri nevnda endamál.
Limaskapur
3. grein
Allar kommunur í Føroyum kunnu gerast lutaeigarar í felagnum.
4. grein
Lutaeigararnir eru ognarar í felagnum í mun til íbúgvaratalið í kommununi, og hava teir ikki, hvørki innanfelags ella uttanfelags nakra ábyrgd av skyldum felagsins, uttan við tí limagjaldi, ið niðanfyri er ásett.
Lutaeigararnir borga pro rata – í mun til íbúgvaratalið við ársenda – fyri tær árligu útreiðslurnar til rentu og avdrátt av møguligum lánum felagsins.
5. grein
Limirnir gjalda aconto hvønn mánað 1/12 av metta samlaða árliga limagjaldinum, soleiðis sum hetta er ásett í fíggjarætlanini, (sí grein 7).
Tá ið roknskaparárið er farið, verður limagjaldið endaliga regulerað.
6. grein
Felagið hevur skyldu at taka ímóti øllum burturkasti.
Nevndin hevur heimild at seta nærri reglur hvussu innsavnanin, burturkoyringin og viðgerðin verður skipað.
Aðalfundurin
7. grein
Aðalfundurin, har allir lutaeigararnir eiga rætt at møta, er evsta vald í felagnum. Tað er ikki loyvt at geva øðrum lutaeigara fulltrú at møta sína vegna.
Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári, áðrenn 1. mai.
Fundarboð frá felagnum til lutaeigararnar skulu sendast hvørjum einstøkum lutaeigara skrivliga saman við dagsskrá og fíggjarætlan fyri komandi ár.
Nevndin boðar til fundar við tilskilan av tíð, stað og dagsskrá í minsta lagi 4 vikur frammanundan.
Dagsskrá fyri ársaðalfundin er henda:
• Framløga um virki felagsins í farna roknskaparári.
• Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.
• Val av nevnd, sí (grein 14).
• Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkendur.
• Framløga av fíggjarætlan fyri komandi ár til góðkenningar.
• Mál, sum nevndin ella lutaeigararnir vilja hava til viðgerðar.
8. grein
Allir lutaeigarar eiga rætt til skrivliga at bera fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum. Hesi uppskot skulu setast á dagsskrá til fyrsta aðalfundin, sum hildin verður í fyrsta lagi 5 vikur aftaná at uppskotið er latið inn.
9. grein
Eykaaðalfundur verður lýstur, tá ið nevndin ella ein aðalfundur krevur hetta, ella eisini tá ið lutaeigarar, ið tilsamans hava í minsta lagi 1/4 av atkvøðutalinum, skrivliga krevja hetta, til viðgerðar av einum evni, ið samstundis verður tilskilað.
10. grein
Í seinasta lagi 8 dagar undan hvørjum aðalfundi skal á skrivstovu felagsins leggjast fyri lutaeigararnar, dagsskrá og fullfíggjað uppskot, sum leggjast skulu fyri aðalfundin, og til vanligan aðalfund, eisini ársroknskapurin og fíggjarætlan.
11. grein
Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein orðstýrara.
12. grein
Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, og hava limirnir eins nógvar atkvøður sum íbúgvarar eru í kommununi.
Skulu samtyktir gerast um broytingar av felagslógini ella avtøka av felagnum, krevst, at í minsta lagi ¾ av atkvøðutalinum er umboðaðir, og má viðtøka, fyri at vera gyldug, vera samtykt við 3/5 av greiddum atkvøðum.
Er fundurin ikki viðtøkuførur, verður nýggjur fundur 14 dagar seinni, og er hesin viðtøkuførur uttan mun til, hvussu nógvar atkvøður eru umboðaðar.
Samtykt skal tó vera við 3/5 av greiddum atkvøðum.
Áðrenn aðalfundin, sendir hvør lutaeigari fulltrúarváttan til felagsins skrivstovu, har sagt verður frá hvør umboðar limin. Orðstýrarin kannar eftir, at møtt er smb. fulltrúarváttaninar.
13. grein
Øll atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, uttan so at fundurin velur annan atkvøðugreiðsluhátt.
Nevndin
14. grein
Í nevndina verða valdir seks limir, ið eru kommunustýrislimir, og sita fyri eitt valskeið ísenn og verða valdir eftir hesum reglum:
• Limakommunurnar í Norðoyggjum velja ein,
• Limakommunurnar í Eysturoy, tó ikki Sunda kommuna, velja ein,
• Limakommunurnar í Streymoy saman við Sunda kommunu velja ein,
• Limakommunurnar í Vágum velja ein,
• Limakommunurnar í Sandoy og Skúvoy velja ein og
• Limakommunurnar í Suðuroy velja ein.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni.
Um atkvøður standa á jøvnum, skal formansins atkvøða verða avgerandi.Tiltakslimur verður valdur sambært stk. 2, og tekur hesin sæti í nevndini, tá einum nevndarlimi berst frá.
Nevndin kann seta stjóra, og hevur meðan eingin stjóri er settur leiðsluna av felagnum.
15. grein
Nevndin heldur fund, so ofta formaðurin ella stjórin halda tað vera neyðugt, ella um ein av hinum nevndarlimunum ynskir tað.
16. grein
Nevndin er viðtøkufør, um í minstalagi 2/3 av nevndarlimunum eru á fundi.
Veðseting
17. grein
Felagið verður bundið við undirskrift av felagsins stjóra ella 2 nevndarlimum.
Til at seta í veð, selja ella keypa fasta ogn krevst nevndarsamtykt. Skjølini skulu undirskrivast antin av nevndarformanninum ella stjóranum.
Fundarumrøður og viðtøkur verða skrivaðar í bók, sum verður undirskrivað av øllum nevndarlimunum og stjóra.
Roknskapur
18. grein
Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.
19. grein
Á hvørjum vanligum aðalfundi verður valdur ein grannskoðari til at kanna roknskapin og meta hann saman við bøkurnar, hann skal vera ríkisviðurkendur.
Samsýningin til grannskoðara verður avgjørd av nevndini.
20. grein
Roknskapurin skal, áðrenn 1. mars, verða latin frá nevndini til grannskoðaran, sum í seinasta lagi 2 vikur aftaná skal greiða grannskoðanina úr hondum og senda nevndini roknskapin saman við møguligum viðmerkingum.
Uppsøgn av limaskapi
21. grein
Limur kann ikki ganga úr felagnum uttan at hava verið limur í 10 ár. Aftaná hetta tíðarskeið kann hann ganga úr felagnum við skrivliga at boða frá við eitt ára freist til 1. januar í komandi ári.
Tá limur fer úr felagnum, verður ein fíggjarlig uppgerð gjørd við støði í seinast góðkendu fíggjarstøðu hjá felagnum, og hevur limurin tá skyldu til at rinda sín – eftir fólkatalinum – lutfalsliga part av netto fíggjarskuldini hjá felagnum. Netto fíggjarskuldin verður í hesum sambandi gjørd upp sum samlaða virðið av fíggjarligu skyldum felagsins við frádrátti av gjaldføri og aðrari fíggjarligari áogn, meðan virðið av materiellu- og immateriellu aktivum felagsins verða ikki tald við í uppgerðini. Eru fíggjarligu skyldur felagsins minni enn fíggjarliga ogn sambært omanfyri standandi, verður munurin eftir sama lutfalli sum ásett omanfyri at gjalda út til limin.
Trætumál
22. grein
Øll trætumál millum felagsskapin og teir einstøku limirnar verða at loysa við gerðadómi. Felagsskapurin og limirnir nevna upp hvør sín gerðardómara. Kunnu gerðardómararnir ikki greiða trætumálið, verður tað at avgera av einum ástøðumanni, sum valdur er av Sorinskrivaranum. Hvørki gerðardómararnir ella ástøðumaðurin mugu vera limir í ella í tænastu hjá felagnum ella nøkrum limi.
Gerðardómurin avgerð sjálvur, hvør skal gjalda útreiðslurnar, sum standast av honum.
23. grein
Svíkur limur skyldur sínar eftir hesi lóg og teimum ásetingum, ið gjørdar verða sambært hesi lóg, sum nevndar eru í grein 5 og 6, kann nevndin døma hann í sekt. Sektin fellur til felagið.
Hvør nevndaravgerð eftir hesi grein kann leggjast undir gerðardómin, sambært gr. 22.
Áðrenn avgerð verður tikin um viðurskifti, ið kunnu volda, at limur kemur undir sekt, kann hann krevja, at klagan verður løgd fyri hann, og eigur hann tá at fáa høvi til annaðhvørt skrivliga ella munnliga at flyta fram sína undanførslu.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi 19. mars 1979 við seinni broytingum til og við aðalfundinum 5. juni 1981, 16. juni 1989, 19. november 1990, 29. apríl 1999, 9. mars 2001, 4. okt. 2002, 9. mai 2003 og 29. okt. 2004.