Nógv burturkast kemur inn til IRF frá føroysku sjóvinnuni. Fyri at gera skiljingina av burturkasti so skynsama sum gjørligt, hevur IRF ment eina plakat við ymsu burturkastbólkunum í sjóvinnuni.
Prentað A1-eintøk kunnu umbiðjast á samskifti@irf.fo ella á tlf. 23 42 33.
Tak niður plakat sum PDF her: plakat-sjovinnan2021-pdf
Tak niður plakat sum A1 prentfílu her: plakat-sjovinnan2021-prent-pdf
Meira um plakatina
Vegleiðingin er ein plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Allur teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum og russiskum, soleiðis at øll starvsfólk í sjóvinnuni kunnu skilja hana. Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í sjóvinnuni, og hvussu teir skulu skiljast.
Myndir av burturkastbólkum
Fyri at gera skiljingina av burturkasti sjónligari og greiðari innan sjóvinnuøkið, eru her myndir av ymsu burturkastbólkunum á plakatinum. Hesar eru ætlaðar til at prenta og seta á bingjur, ruskíløt o.t.

Pappír 
Papp 
Bleytt plast 
Káplar og leidningar 
Battarí og akkumulatorar 
Elektronikkur 
Jarn 
Aluminium 
Kopar 
Rustfrítt stál 
Stórsekkir 
Endar og trossar 
Aliringar og fóðurslangur 
Nailongørn 
Trol og net uttan grunnar 
Veirar 
Spillolja og oljudálkað vatn 
Máling, lakk og lím 
Kemiskur lútur 
Spreydósir 
Ljósrør og perur 
Plantu- og djóraeitur 
Trýstfløskur 
Blandað burturkast at brenna 
Stórt burturkast at brenna 
Trolkúlur 
Trolgrunnar 
Blýlínur 
Línur og teymar 
Avvatnað, lívrunnið burturkast 
Fóðursekkir v/heilivágsrestum 
Boyur 
Flot úr PVC 
Presendingar við PVC 
PVC-rør
