Áheitan frá Reinsitænastuni hjá IRF

Fólk frá Reinsitænstuni hjá IRF hava støðugt trupulleikar við at reinsa rottangar vegna mongdir av óviðkomandi tilfari, sum er í tangunum.

Reinsitænastan vil tí heita á fólk um at lata óviðkomandi tilfar, so sum einnýtislappar, einnýtisserviettar, oyrapinnar v.m. í ruskspannina, har tað hoyrir heima.