Ársfrásøgnin fyri 2022 er nú almenn. Hon kann lesast her: Ársfrásøgn 2022.
Hagtølini fyri 2021 eru at finna í ársfrásøgnini, men kunnu eisini síggjast sum myndir her.
Burturkastnøgdirnar lækkaðar 10%
Í 2022 tók IRF ímóti 37.955 tonsum av burturkasti. Hetta er ein lækking á 10% í burturkastmongdunum samanborið við 2021. Hóast støðugur fólkavøkstur hevur verið í Føroyum seinastu árini, framleiða vit eftir øllum at døma ikki lutfalsliga meira burturkast. Minkandi burturkastnøgdir verða ofta mettar at vera ein tann fyrsta ábendingin um, at ferðin í samfelagnum er sett niður. Nakrar av orsøkunum kunnu vera hækkandi kostnaðarstøði seinasta árið, hækkandi bankarentur umframt avleiðingar av krígnum í Ukraina, sum nú hevur vart í meira enn eitt ár.
Av teimum 37.955 tonsunum, sum IRF tók ímóti í 2022, vórðu 61,6% brend, 31,7% fóru til endurvinningar og 6,7% vórðu tyrvd. Ein minking er í øllum bólkum, og størsta minkingin er í nøgdunum av tyrviburturkasti, sum minkaðu við 20%. Býtið millum hesar tríggjar viðgerðarhættirnar hevur verið støðugt seinastu 5 árini.