Arbeiðsfólk til nýggja móttøkuhøll

image_pdf

Nýggja móttøkuhøllin hjá IRF verður klár at taka í nýtslu í næstum, og søkja vit í tí sambandi eftir einum starvsfólki til høllina at byrja skjótast til ber.

Við nýggju høllini er ætlanin at effektivisera dagliga raksturin hjá IRF, og harumframt er høllin ein týðandi liður í arbeiðinum móti einum grønari Føroyum, har ein størri partur av burturkasti fer til endurnýtslu.

Av tí at talan er um eitt nýtt starv hjá IRF, verður tú við til at mynda tín arbeiðsdag, eins og tú fært møguleika at vera við til at skipa mannagongdir v.m.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • At taka ímóti og skráseta bilar, sum koma við burturkasti
  • At kvarna timbur og annað burturkast
  • At vegleiða vinnuna í at skilja burturkast
  • Dagligt viðlíkahald av maskinum og hølum

Krøv til umsøkjaran

  • Royndir at koyra og passa størri maskinur og maskinútbúnað
  • At vera røkin, ábyrgdarfullur og fyrikomandi
  • Góð samstarvsevnir
  • Grundleggjandi telduførleikar

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • Stóra koyrikortið
  • Trukkkoyrikortið

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknarfreist

Skrivlig umsókn kann sendast til irf@irf.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin, 3. november 2019.

Áhugaðir umsøkjarir, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Andrias Joensen, deildarleiðara á Brennistøðini, á tlf. 23 42 14 ella aj@irf.fo.  

Vit bjóða

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur áleið 100 starvsfólk og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum týdningi.

Um IRF

Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, ynskir IRF at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum grønari búskapi, har alsamt meira verður endurnýtt, umhvørvinum og okkum øllum at frama. Við útgangsstøði í hesum er visjón felagsins at gera Føroyar grønar.