Ársfrásagnir og hagtøl

image_pdf

Øll hagtøl og frágreiðingar felagsins annars eru á finna í ársfrásøgnunum, ið kunnu takast niður sum pdf-fílur her.

Hagtøl 2022

Í 2022 tók IRF ímóti 37.955 tonsum av burturkasti (Talva 1). IRF brendi 61,6% av hesum burturkastinum, endurvann 31,7% og tyrvdi 6,7%. 

IRF viðger burturkast eftir trimum høvuðsháttum: Endurvinning, orkuútvinning (brenning) og tyrving. Endurvinningarburturkast er tilfeingi, ið kann verða
til nýggjar vørur, t.d. papp. Burturkast, ið ikki kann endurvinnast, t.d. húsarhaldsrusk, verður brent, og hitin verður nýttur til fjarhita. Tilfar, ið hvørki kann endurvinnast
ella brennast, t.d. gips, verður tyrvt. IRF arbeiðir fram ímóti, at so nógv burturkast
sum gjørligt verður endurvunnið, í aðru atløgu brent og í síðsta enda tyrvt.

Í ársfrásøgnini 2022 eru m.a. frágreiðingar til talvurnar.