Ársfrásagnir og hagtøl

image_pdf

Øll hagtøl og frágreiðingar felagsins annars eru á finna í ársfrásøgnunum, ið kunnu takast niður sum pdf-fílur her.

Hagtøl 2020

Í 2020 tók IRF ímóti 40.731 tonsum av burturkasti. Hetta er ein lækking á 3% samanborið við 2019 (Talva 1). Burturkast at orkuútvinna (brenna) stendur mestsum í stað. Nøgdin til endurvinning er minkað 3,5%. Samlaða mongdin til endurvinning er minkað, tí í 2020 var bert ein avskiping av jarni vegna lágar prísir. Eisini er mongdin av spillolju og reinsaðum vatni nakað minkað. Nøgdirnar av burturkasti til tyrving eru minkaðar 17,2%.

Hjá IRF verður burturkast viðgjørt eftir trimum høvuðshættum: Endurvinning, brenning (orkuútvinning) og tyrving. Endurvinningarburturkast er tilfeingi, ið kann verða til nýggjar vørur, t.d. papp. Burturkast, ið ikki kann endurvinnast, t.d. húsarhaldsrusk, verður brent, og hitin verður nýttur til fjarhita. Tilfar, ið hvørki kann endurvinnast ella brennast, t.d. gips, verður tyrvt. IRF arbeiðir fram ímóti, at so nógv burturkast sum gjørligt verður endurvunnið, í aðru atløgu brent og í síðsta enda tyrvt.

Í ársfrásøgnini 2020 eru frágreiðingar til talvurnar, eins og fleiri hagtøl eru at finna.