bokashi

Bokashi

image_pdf

Stutt um Bokashi

Við bokashi-tilgongdini ber til at hagreiða matleivdir í køkinum uttan at brúka posar og uttan at tøma spannina hvønn dag. Gerin, ið fylgir við settinum, inniheldur virknar smáverur (mikroorganismur), sum seta gongd á eina súrnan av matleivdunum. Gerin forðar fyri roti og tí eisini ringum lukti.

Súrnan er eitt natúrligt stig, tá ið lívrunnið burturkast verður brotið niður. Áðurnevndu smáverur (mikroorganismur) seta ferð á súrnanina, og tær forða eisini fyri, at spannin við matleivdum fer at lukta rotin. Tilgongdin, har matleivdirnar súrna ístaðin fyri at rotna, hevur við sær, at størsti parturin av vitaminunum og mineralunum í matleivdunum verður varðveittur. Tí er tað umráðandi at lata ger niður í spannina, hvørja ferð matleivdir fara í.

Úrslitið av bokashi-tilgongdini er fyrstafloks sankutøð/bokashi.

Meira um Bokashi

Tú kanst lesa meira um bokashi-tilgongdina á www.byhaver.dk/blog ella á Facebook í bólkunum “Bokashi og Bykompostspanden” og “Bokashi sankutøð í Føroyum”.

Sí eisini hesa donsku síðu við ofta spurdum spurningum og ivamálum viðv. bokashi.

Hvussu skal bokashi hagreiðast úti?

Matleivdirnar gerast ikki til mold í spannunum, men tær skulu hagreiðast víðari úti. Sum tú kanst lesa í vegleiðingini omanfyri, eru ymiskir mátar at hagreiða súrnaðu matleivdirnar úti. Tú kanst antin grava súrnaðu matleivdirnar niður í urtagarðin, ella tú kanst gera eina sokallaða ”moldfabrik” í kompostkassa ella pallurammu. Um tú grevur matleivdirnar niður, er tað týdningarmikið, at tú hevur eitt áskot, sum er millum 7 og 30 cm. Velur tú at gera eina moldfabrik, letur tú skiftivís súrnaðar matleivdir og mold í kompostkassan/pallurammuna. Les meira um hetta á www.byhaver.dk/blog.

At hagreiða matleivdirnar inni
Moldvirki (jordfabrik) í stórum kompostkassa

Les meira um, hvussu tú gert eitt sokallað moldvirki (jordfabrik) her.

Moldvirki (jordfabrik) í lítlum kompostkassum

Les meira um, hvussu tú gert eitt sokallað moldvirki (jordfabrik) her.

Bokashi í pallerammu

Les meira um bokashi í pallerammum her.

Vegleiðing frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur lagt kunning um sankutøð út á heimasíðuna, har m.a. verður víst til hesar treytir:

  • Køks- og matleivdir skulu vera blivin til sankutøð, áðrenn tey verða brúkt. 
  • Sankutøðini skulu brúkast í tí húsarhaldi, har matleivdirnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð. 
  • Sankutøð mugu ikki brúkast har samband er við húsdjór, tvs. høsn, gæs, seyð, heimalomb osfr..
  • Sankutøð mugu ikki brúkast á landbúnaðarjørð.

Hesar treytir eru fyri at fyribyrgja smittuspjaðing frá køks- og matleivdum úr djórum til húsdjór.

Les meira her.