Í juni skipaði IRF fyri einum tiltaki, har vit savnaðu starvsfólk frá limakommunum felagsins og frá kommunalu bingju- og endurnýtsluplássunum kring landið.
Virksemið hjá IRF fevnir um allar Føroyar – frá norðasta horni til sunnasta spískin, og tískil er tað ikki á hvørjum degi, at høvi býðst pørtunum at møtast.
Undirtøkan til tiltakið var sera góð, og næstan allar limakommunurnar vóru umboðaðar.
Á skránni var m.a. ein stutt gjøgnumgongd av virkseminum hjá IRF og framløga av nýggju plakatini hjá IRF “Skiljing av byggiburturkasti”. Harumframt greiddi IRF eisini frá nýggju appini, sum í næstum verður møgulig hjá starvsfólkunum á kommunalu plássunum at taka niður á telefonina.
Høvi var hjá øllum luttakarum at fáa greiðu á ymiskum ivamálum um skiljing og annað, og síðan varð farið runt úti á Hagaleiti, har m.a. nýggja Móttøkuhøllin varð vitjað.