Í Suðuroy er tað Trøllavík, ið er miðstøð fyri arbeiðið hjá IRF. Arbeiðið umfatar bæði innsavning av húsarhaldsruski, rottangatøming men eisini tyrving.
Um snarað verður av á gamla vegin um Hovsegg, áðrenn farið verður inn í Hovstunnulin, verður koyrt framvið vakra Tjaldavíkshólmi. Stutt haðani er Trøllavík, har IRF heldur til í Suðuroynni.
– Vit taka okkum av øllum arbeiðinum hjá IRF í Suðuroy. Alt frá innsavning av húsarhaldsburturkasti, at tøma bingjurnar á kommunalu endurnýtsluplássunum í oynni, rottangatøming, móttøka av bilvrakum, umframt tyrviburturkast úr øllum Føroyum, sigur Torfinnur Mortensen, leiðari hjá IRF í Suðuroynni.
Tæna Suðuroynni
Seks mans starvast hjá IRF í Suðuroy. Við bilunum Sóljuni, Reyðsmæruni, Bjallu og Fjallafípuni tæna teir suðuroyingum og annars øllum føroyingum við at sleppa lætt og væl av við burturkastið.
– Húsið her í Trøllavík varð tikið í nýtslu í 1997. Áðrenn tað, var savningarstaðið inni í Trongisvági. Tá ið ruskið kemur her, verður tað koyrt í eina trýstbingju. Tá bingjan er full, fer hon norðureftir við Smyrli og víðari til Brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík, har tað verður brent. Tað fara minst sjey tílíkar bingjur norðureftir um vikuna, sigur Torfinnur.
Sama er við pappíri og pappi. Bæði innsavningarbilurin og trýstbingjan verða vaskað og turkað, áðrenn pappírið fer í. So verður tað trýst saman og bingjan verður fylt, og hon verður send norðureftir til endurnýtslu.
Tyrving
Allar bingjurnar, ið fara norðurum, koma tó ikki tómar suðuraftur. Tær fara suðuraftur fyltar við tyrviburturkasti. Alt tyrviburturkast í teimum kommununum, ið hoyra til IRF, verður nú tyrvt í Suðuroynni. Áður hevur tað eisini verið tyrvt norðanfyri, men nú fer alt til Suðuroynna.
Nýggjar reglugerðir eru eisini komnar viðvíkjandi tyrving, nevniliga at gips verður tyrvt fyri seg, asbest fyri seg og blandað burturkast fyri seg.
Økið, har tyrvt verður í Trøllavík, er hegnað av, so at óviðkomandi ikki sleppa til. Tyrviburturkastið verður goymt í brunnum hvørt fyri seg, áðrenn tað verður tyrvt.
Endurnýtsla
Nógv kemur eisini inn til miðstøðina hjá IRF í Trøllavík, ið kann endurnýtast. Millum annað elektriskir lutir, troll, veirar, timbur, bilvrak, spillolja, plast og nógv annað. Eisini vandamikið burturkast av ymsum slagi. Hetta verður alt skilt og goymt hvørt fyri seg, áðrenn tað verður sent víðari til endurnýtslu.
Funnu hvassan knív
Torfinnur hevur verið leiðari fyri arbeiðið hjá IRF í Suðuroynni síðani 2011, men hann hevur verið í hesum arbeiðinum í 25 ár.
– Tað merkist, at tað er nógv virksemi í samfelagnum. Tað síggja vit, tí at nøgdirnar av ruski vaksa. Tað er fult hjá okkum av ruski næstan alla tíðina, men soleiðis er eisini aðrastaðni kring landið, sigur Torfinnur.
Hann gleðist um, at IRF er eitt gott arbeiðspláss, men samstundis vísir hann á, at tað er ikki vandaleyst.
– Herfyri funnu okkara innsavnarar ein lítlan knív í einum posa við húsarhaldsburturkasti. Og eina aðra ferð herfyri ein hvassan saks. Hetta er sera vandamikið fyri innsavnaran, sum kann fáa stóran skaða av hesum. Eg vil tí heita á fólk, um ikki at lata hvassar lutir í húsarhaldsburturkastið. Um okkurt hvast skal burtur, pakka tað so inn, at tað ikki er til vanda fyri nakran, sigur Torfinnur Mortensen, leiðari fyri IRF í Suðuroynni.