– Tað er gleðiligt at síggja, at fólk eru vorðin raskari at skilja og hugsa meir “endurnýtslu”, sigur Tina Kajsdóttir, sum passar Umhvørvisplássið í Vága kommunu.
Í trý ár hevur Tina tikið sær av Umhvørvisplássinum í Vága kommunu. Hetta er parttíðararbeiði, og hon gleðist um at koma út úr skrivstovuni, har hon eisini arbeiðir.
– Áhugin kom, tí at pápi passaði tað gamla ruskplássið í Miðvági. Tá var eg ofta við honum. Eg havi eisini avloyst onkuntíð, og fyri trimum árum síðani varð eg spurd um at taka hesa uppgávuna á meg at passa Umhvørvisplássið, sigur Tina.
Síðani Tina byrjaði, hevur hon millum annað lagt dent á at gera meiri við endurnýtslu og skiljing.
Góðir møguleikar at skilja
– Nú hava vit eitt reint umhvørvispláss, har vit royna at endurnýta sum mest, og har góðir møguleikar eru at skilja, sigur Tina.
Á Umhvørvisplássinum eru umframt bingjur til tað, ið brennur, bingjur til papp/papír, timbur, jarn og tilfar frá urtagørðum.
Kassar eru eisini til elektronikk, teldur v.m., máling, akkumulatorar, vandamikið burturkast, káplar, kopar, ljósrør og spreydósir. Tangi er til spillolju, stórsekkur til tað, ið skal tyrvast, og stað er at seta køliskáp og frystarar.
Allar greinar verða kvarnaðar, og borgarar kunnu ókeypis fáa sær flis. Trolhúsið hjá kommununi er tætt við, og har verður kvørnin goymd.
Góðir plattar verða endurnýttir.
Blái Krossur hevur eisini eina bingju standandi á Umhvørvisplássinum, har til ber at seta góðar møblar og onnur brúksting. Hetta verður so selt bíliga í handlum hjá Bláa Krossi.
Góð hjálp frá IRF
– Eg havi spurt meg fyri nakrar ferðir hjá IRF, hvussu tað ymiska skal skiljast, og hvat skal í hvønn kassa. Starvsfólkið hjá IRF hevur verið sera hjálpsamt, og vit hava nú skipað hetta eftir teimum vegleiðingum, ið eru. Borgarar her í kommununi hava góðar møguleikar at skilja og at endurnýta, sigur Tina.
Umhvørvisplássið er á kajøkinum í Miðvági. Tað er avhegnað, bilar koyra inn í einum enda og útaftur í hinum endanum. Alt er væl skeltað.
Ungir dreingir fáa rós
Í næstan tvey ár hevur Vága kommuna havt eina royndarverkætlan, har fýra ungir dreingir á skift, tveir í senn hvørja viku, hava verið á Umhvørvisplássinum, og teir hava so vegleitt og hjálpt fólki at fingið ruskið og tað, ið skal endurnýtast, í rætt stað.
– Hetta er ein sera góð skipan. Skilt verður á rættan hátt, og fólk eru glað fyri at fáa hjálp til at bera, sigur Tina.
Borgarstjórin, Eyðdis Hartmann Joensen, er eisini væl nøgd við skipanina.
– Teir ungu dreingirnir gera eitt gott arbeiði. Og tað ger Tina eisini. Fólk eru sera glað fyri at fáa vegleiðing og hjálp, og tey rósa starvsfólkunum. Politiskt hava vit ikki ætlanir um at broyta hesa skipanina, sigur Eyðdis.
Ikki viðgjørt trýstbingju
Nakrar kommunur hava keypt sær trýstbingjur, sum trýsta ruskið saman í bingjuni, so at meira fæst í hvørja bingju. Um tílíkar bingjur koma í Vága kommunu, er ikki greitt enn.
– Hatta er eitt mál, ið ikki hevur verið uppi at vent her, ta tíð, eg havi verið í kommununi. Men vit kunnu taka tað upp, og so mugu vit raðfesta, hvat loysir seg best, sigur Eyðdis.
Hvussu kann endurnýtsla skipast?
IRF fegnast um, at Vága kommuna hevur eina góða og sera væl skipaða endurnýtslu.
Les meira um, hvussu ein kommuna kann skipa sína endurnýtslu, við at trýsta her.