Endurlýsing: Vaktarfólk til brennistøðina hjá IRF

image_pdf

Vit søkja eftir einum vaktarfólki til brennistøðina á Hagaleiti í Leirvík. Talan er um eitt fast starv í sambandi við at eitt av okkara starvsfólkum, sum hevur verið í starvinum í mong ár, fer frá fyri aldur.

Tú kemur at verða partur av eini døgnvaktarskipan, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Dagligan rakstur og røkt av ketli og ovni
  • Umvæling og røkt av útgerð og maskinum á brennistøðini
  • Móttøku og telduavgreiðslu av bilum, sum koma á brennistøðina við burturkasti
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Krøv til umsøkjaran

  • Ynskiligt er, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, maskinistur ella hevur líknandi hægri útbúgving
  • Tú skalt kunnu arbeiða sjálvstøðugt og í vaktum. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið.

Ynskiligt er, at tú kanst byrja hálvan august 2024 ella eftir avtalu.

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á. Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Setanarviðurskiftir

Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftisvaktum á brennistøðini hjá IRF. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF.

Umsóknarfreist

Umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum skulu sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi 10. juli 2024. Viðmerk “Vaktarfólk til brennistøðina”.

Nærri kunning

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran á brennistøðini, Sverra Danielsen, á tlf. 23 42 51.

Um IRF

IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.