Fá kunning frá IRF í lumman

IRF hevur valt at nýta appina alarm.fo at kunna borgaran um broytingar og annað, sum hevur við IRF at gera.

Alarm.fo er ein nýggj fráboðanarskipan, har kunnað verður stutt um ymist, sum er týdningarmikið at fáa út til borgaran.

Skjót kunning
– IRF hevur ofta tørv á at fáa eina skjóta kunning út til nógv fólk. Her meta vit, at appin hjá alarm.fo er ein góður háttur, at fáa hendan boðskapin út, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.
Hann vísir á, at tað kann vera, at vegna tekniskt brekt, verður rusk ikki heintað í einum ávísum stað, ella at tørvur er at boða eini ávísari bygd frá, nær rottangar verða tømdir í tí bygdini.
– Vit vóna, at fólk fara at nýta hesa skipanina, og at hon fer at hjálpa um við kunningini til almenningin, sigur Poul Andrias.

Hent kunning
Alarm.fo kunnar um ymisk týdningarmikil viðurskifti í samfelagnum. Til dømis broytingar hjá Strandfaraskipum landsins, týdningarmiklar kunningar frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, týdningarmiklar kunningar frá eini kommunu, ymsar hentar upplýsingar frá einum festivali, grindaboð og nógv annað.
Og nú kunnar alarm.fo eisini vegna IRF.
Á alarm.fo ber til at gera avmarkingar, til dømis so at ein bara fær ta kunnningina, ið hevur við tað økið í landinum, har ein sjálv/ur býr.

Fá tær appina
IRF heitir á borgaran um at fáa sær hesa ókeypis appina á fartelefonina, so at fólk fáa betri og skjótari kunning frá IRF.
IRF fer eisini framyvir at kunna á heimasíðu, facebook og í miðlunum annars. Men skjótasti hátturin at fáa kunningina, er óivað gjøgnum alarm.fo.

Mynd:
Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF (t.v.) og Torben Nielsen frá alarm.fo.