Felags tyrvingarpláss í Kvívík
Sáttmálin varð undirskrivaður hósdagin, 5. desember 2019, og fara Tórshavnar kommuna og IRF nú undir at gera felags rottanga- og tyrvingarpláss úti í Nýggjheiðum í Kvívík.
Arbeiðið verður gjørt í tveimum byggistigum, og tað 1. byggistigið, sum í høvuðsheitum umfatar at gera økið byggiklárt, er longu í gongd. Í næstum verður 2. byggistig boðið út.
Verkætlanin er ikki knýtt at eini samanlegging við Tórshavnar kommunu, men eins sum á nógvum øðrum økjum innan burturkast- og endurnýtslu hevur tað víst, at samstarvið partanna millum hilnast væl og lønar báðum pørtum.
Staðsetingin úti í Nýggjheiðum er vald út frá tí góða og slætta lendinum, og so verður plássið eisini í hóskandi frástøðu frá bygdum øki. Nógv orka er løgd í at fáa verkætlanina at passa so væl til lendið sum gjørligt.