Við hesum lista kanst tú kanna, um tín grái posi hevur røttu umstøðurnar at virka undir. Listin tekur støði í reglugerðini, sum allar limakommunurnar hjá IRF samtyktu í 2021.
- Grái posin skal hava egið stativ uttanfyri húsini. Stativið skal standa á sjónligum stað frá koyrivegi.
- Stativið má í mesta lagi standa 20 metrar frá koyrivegi.
- Bert eitt ruskstað skal vera á hvørjari ogn.
- Posin skal vera ein gráur IRF-posi.
- Gonguleiðin til stativið skal verða sløtt, ljós og ruddilig. Tá ið hált og kavi er, skal gonguleiðin vera ruddað og trygg at ganga á.
- Einki spískt má latast beinleiðis í gráa posan.
- Bint knút á smáu ruskposarnar, áðrenn tú letur teir í gráa posan.
- Grái posin má í mesta lagi viga 20 kg.
- Grái posin má ikki fyllast upp um strikuna, sum gongur tvørturum posan í erva.
- Hundar og onnur djór mugu ikki vera til ampa fyri innsavnaran.
Fekst tú 10 røtt? So er alt í lagi. Um ikki, so er at fáa hetta í rættlag skjótast gjørligt.
Les alla reglugerðina her.