Ofta spurdir spurningar

image_pdf

Hvat er bioplast og dálkar hetta ikki?

Í dag hoyra vit nógv um bioplast. Hetta kann hava tveir týdningar: plast, ið er framleitt úr rávørum, ið ikki eru olja – t.d. plast úr sukurrørum ella mais (PLA-plast). Ella bioplast úr fossilum plasti, ið er komposterbart, tvs. sum verður brotið niður í náttúruni. Møguleiki er sjálvandi eisini, at bioplast er úr ikki fossilum tilfari og er komposterbart.

At plast er komposterbart og verður niðurbrotið, merkir ikki altíð, at tað verður brotið niður, um tú blakar tað í náttúruna. Ofta er tað industriellt komposterbart og verður brotið niður undir røttu umstøðunum. Plast, ið endar í náttúruni í Føroyum, endar ofta á sjónum sum frá líður. Á havbotninum eru umstøðunar ikki góðar til niðurbróting t.d. er ikki nógv ilt á botnium. Tískil verður bioplast ikki brotið niður her.

Hví er tað týdningarmikið at minka um dálking í Føroyum?

Tað hevur alstóran týdning, at tað støðugt verður arbeitt við at minka um dálking í Føroyum, tí plast verður funnið í bæði havhesti og fiski kring Føroyar, eins og tað er staðfest, at havbotnurin í føroysku firðunum er illa dálkaður. Á Vísindavøkuni í 2019 kannaði Umhvørvisstovan 11 havhestar og fann plast í maganum á øllum 11 fuglunum.
Føroyingar gerast støðugt meira umhvørvistilvitaðir, eins og vit gerast betri til at skilja burturkasti og til at fara væl um náttúruna. Tað gongur rætta vegin í Føroyum, men enn er nakað eftir á mál og enn kann nógv gerast. Eins og í øðrum londum er ov nógv plast í náttúruni, sum lutvíst kemur frá okkum føroyingum, og eisini við havstreymum aðrastaðni frá.

Hvussu kunnu vit endurvinna plast?

IRF tekur ímóti hesum plastlutum til endurvinning: bleytt pakkiplast/vøruplast, stórsekkir, trol, nótir, gørn, aliringar, fóðurslangur og einnýtisfløskur. Alt hetta verður sent til endurvinning uttanlands, har tað verður gjørt til nýggjar vørur.
Fyri at kunna endurvinna plast krevst, at talan er um plast av sama slagi, sama liti og somu góðsku. Harumframt skulu mongdirnar vera reinar og hampuliga stórar. Stóri trupulleikin tá tað kemur til endurvinning av plasti er, at tað eru nógv sløg av plasti, og at tað eisini eru sera nógv íblandingarevni, ið verða latin í plastið. Fyri at gera alt truplari, stendur sera sjáldan á plastlutum, hvat fyri plast talan er um og hvat er latið í plastið. Um somu reglur vóru galdandi fyri plast sum fyri mat (innihaldsyvirlit), var nógv lættari at endurvinna plast.  

Er plast ein vinur ella ein fíggindi?

Nógv verður tosað um plast í miðlunum og í almenna rúminum í hesum tíðum. Vit skulu tó ikki gloyma, at plast í roynd og veru er eitt sera haldgott, sterkt og fjølbroytt tilfar, ið verður nýtt í og til sera nógvar ymiskar vørur. Plast er eisini sera lætt at halda sterilt, og tí er tað sera týdningarmikið innan sjúkrahúsverkið. Eitt nú verður plast nýtt til leikur, húsarhaldstól, elektronikk, kontaktlinsur, brillur, ítróttarklæðir og nógv annað. Størsti trupulleikin við plasti er, tá tað ikki verður burturbeint á rættan hátt og til dømis endar úti í náttúruni.

Hvussu stórar mongdir eru av plastburturkasti í Føroyum?

IRF tekur ímóti plasti til endurvinning frá kommunalum bingjuplássum og frá fyritøkum. Sí endurvinningarhagtøl okkara her. Har sært tú, hvussu nógv tons av ymiskum plastburturkasti, IRF hevur tikið ímóti til endurvinning. Tølini eru fyri bleytt plast (stórsekkir og bleytt vøruplast), hart plast (aliringar og fóðurslangur), trol, net og einnýtisfløskur.
Tað plast, ið ikki verður sent til endurvinning, verður  brent á Brennistøðini. IRF arbeiðir støðugt við at fáa fleiri plastbólkar til endurvinning.

Hvussu minka vit um dálking í havumhvørvinum?

Eitt tað besta tiltakið at minka um dálkingina í havumhvørvinum við Føroyar er Oljureinsiverkið, sum IRF rekur. Hetta er eitt landspolitiskt átak við tí endamáli at forða fyri, at olja frá skipum verður slept á sjógv eins og fyrr. Við Oljuriensiverki okkara er møguligt at innsavna, reinsa og endurnýta hesa spilloljuna. Fyrr varð spillolja og oljudálkað vatn blakað á sjógv, men nú kunnu skip, ið sigla runt Føroyar, frítt sleppa av við hetta burturkastið hjá IRF.
Hettá átakið verður fíggjað á tann hátt, at hvørja ferð onkur í Føroyum keypir sær olju, tá fara nøkur oyru til at fíggja burturbeiningina av spillolju og oljudálkaðum vatni á ein umhvørvisvinarligan hátt.
Í 2019 tók IRF ímóti 6.400 tonsum av spillolju og oljudálkaðum vatni, harav tað mesta varð endurnýtt. 
Spilloljan verður reinsað og seld til endurnýtslu, meðan oljudálkaða vatnið verður einsað og leitt út aftur á sjógv.

Hvussu ávirkar dálking djóralívið?

Niðurbrótingartíðir av burturkasti í náttúruni eru sera drúgvar, og eitt nú hevur náttúran sera trupult við at niðurbróta plast. Tá plast langt um leingi verður niðurbrotið, gerst tað til mikroplast. Vit vita ikki í dag, hvørjar fylgjur tað hevur, at mikroplast er í nærum øllum tilfari. Nógv bendir á, at hetta kann hava ávirkan á okkara hormonskipan.

Nógv dømi eru tíverri eisini um, at djór kunnu eta plast ella fløkjast upp í plastburturkastið, og koma illa fyri og doyggja av hesum. Eingin veit enn, hvørji langtíðarárin tað kann hava, at mikroplast verður etið av djórum og sostatt gerst partur av føðiketu okkara. Eingin veit, hvat árin tað hevur á fólk at eta mikroplast frá djórum í seg. Tað má tíðin vísa, men víst er, at tað ikki er heilsugott fyri nakran, og vit eiga at gera alt fyri at minka um plastið í náttúruni.

Leinkja til framløgu um plastdálking á Vísindavøku 2019: https://www.gransking.fo/media/3623/1-sjurdurhammer.pdf

Hvussu kunnu øll í Føroyum vera við til at minka um dálking?

Vegurin fram er, at føroyingar læra at skilja meira burturkast til endurvinning, eins og at fyritøkur skulu hugsa um at sniðgeva og framleiða tilfar á ein slíkan hátt, at tað lætt letur seg endurvinna. T.d. er nógv verri at endurvinna lutir úr komposittilfari (fleiri tilfar saman) so sum mjólkapakkar, ið eru úr pappi við plasti á enn at endurvinna eina pappeskju, ið bara er úr pappi. Tað er nógv tilfar, sum ikki ber til at endurvinna, orsakað av, hvussu tað er framleitt.
Umframt hetta kann sigast, at tað er neyðugt við politiskum átøkum. Í grannalondum okkara verður til dømis arbeitt við at banna søluna av einnýttisíløtum við tí fyri eyga at minka um umhvørvisdálking og at minka um nýtsluna av plasti. Eisini verður pant sett á ymsar vørur, soleiðis at brúkarin og framleiðarin gjalda fyri at tilfarið verður endurvunnið.

Eitt gott ráð fyri at minka um dálking er:

1) Brúka minni (Fyribyrging/Reduce)
2) Góðir lutir, sum tú ikki hevur tørv á longur, kunnu latast til vælgerandi endamál (Endurnýtsla/Reuse)
3) Lat burturkast til endurvinning (Endurvinning/Recycle)

Harafturat er tað neyðugt, at vit øll fara væl um og í felag ansa eftir vøkru náttúru okkara. Í felag kunnu vit gera Føroyar grønar.

Hvussu minka vit um dálking í havumhvørvinum?

Eitt tað besta tiltakið at minka um dálkingina í havumhvørvinum við Føroyar er Oljureinsiverkið, sum IRF rekur. Hetta er eitt landspolitiskt átak við tí endamáli at forða fyri, at olja frá skipum verður slept á sjógv eins og fyrr.

Við Oljureinsiverki okkara er møguligt at innsavna, reinsa og endurnýta spilloljuna. Fyrr varð spillolja og oljudálkað vatn blakað á sjógv, men nú kunnu skip, ið sigla runt Føroyar, sleppa av við hetta burturkastið hjá IRF.
Hettá átakið verður fíggjað á tann hátt, at hvørja ferð onkur í Føroyum keypir sær olju, fara nøkur oyru til at fíggja burturbeiningina av spillolju og oljudálkaðum vatni á ein umhvørvisvinarligan hátt. Reinsaða oljan verður brend í Føroyum og reinsaða vatnið verður latið á sjógv.

Hvat ger IRF fyri at minka um dálking í Føroyum?

Hjá IRF taka vit okkum av øllum burturkasti í Føroyum (undantikið í Tórshavnar Kommunu). Vit  innsavna burturkast frá øllum stovnum, fyritøkum og  húsarhaldum. Síðan verður burturkastið víðari handfarið hjá okkum, har tað antin verður endurvunnið, brent ella tyrvt í mold á umhvørvisgóðkendum økjum. Soleiðis er IRF við til at minka um dálking í Føroyum og at halda tilfeingið í burturkasti í ringrás.
Tá IRF í dag brennur burturkastið, verður roykurin reinsaður, so hann ikki dálkar umhvørvið. Harumframt verður partur av hitanum frá Brennistøðini nýttur til fjarhita.

Umframt at innsavna og burturbeina burturkast, arbeiðir IRF eisini við at kunna føroyingar um týdningin av at lata burturkast til endurnýtslu og endurvinning, og um hvussu burturkast eigur at vera skilt. Vit arbeiða støðugt við at fáa meira og meira burturkast inn til endurvinning, heldur enn at brenna og tyrva tað. Tað er óneyðugt at brenna virðismikið tilfeingi, sum kundi verið nýtt aftur í einum nýggjum høpi.
Sostatt kann sigast, at virksemið hjá IRF (innsavning, burturbeining, kunning) er við til minka um dálking í Føroyum.

Hví verða dekk ikki send til endurvinning?

IRF sendir ikki dekk av landinum til endurvinning, og orsøkin er, at tað tíverri er alt ov kostnaðarmikið. Í øðrum norðurlondum er pant á dekkum soleiðis, at tú betalir fyri at dekk verða endurvunnin, tá tú keypir dekk (sama skipan, sum vit í Føroyum hava á bilvrakum og pantfløskum). Einki tílíkt pant er á dekkum  í Føroyum.

Hjá IRF verða øll dekk brend – eisini  traktordekk, sum fyrst verða klippt sundur. Roykurin á Brennistøðini verður reinsaður við kálki og aktivum koli, soleiðis at Brennistøðin ikki dálkar umhvørvið.

Vit vita ikki, hvussu nógv dekk koma inn til IRF árliga, og kemst hetta av, at dekkini verða skrásett sum «háorkuburturkast» saman við øðrum háorkuburturkasti.

Er umhvørvisdálking ein álvarsligur trupulleiki í Føroyum?

Umhvørvisdálking er eitt álvarsligt mál, bæði í Føroyum og í einum altjóða høpi.
Tó er tað soleiðis, at tað í ávísum pørtum av heiminum verður gjørt sera lítið við at minka um dálkingina – nógv minni enn hvat vit gera í Føroyum.
Áleið 60% av allari plastdálking kemur sum dømi frá Kina, Indonesia, Filippinunum, Theilandi og Vietnam. Orsøkin er, at hesi lond hava havt ein stóran fíggjarligan vøkstur, sum ger, at fólk nú hava ráð at keypa meira, og tí eru farin at framleiða nógv meira rusk enn áður. Burturkastskipanirnar hava ikki klárað at fylgt við stóru ruskmongdunum, og tí endar stórur partur av burturkastinum  í havinum ella í áum. Í stuttum kann sigast, at tey gera tað, sum vit gjørdu fyrr í Føroyum, áðrenn IRF varð sett á stovn.

Hví varð IRF sett á stovn?

IRF varð sett á stovn fyri meir enn 40 árum síðani, hin 19. mars 1979. Tá var tað vanligt, at øll blakaðu alt burturkast út í náttúruna. Man koyrdi burturkastið ”á Bukkvald” ella ”á Vestfallið”, sum tað oftani varð tikið til, og tað merkti at blaka tað í eina rúgvu úti við havið og seta eld á tað.
Ein partur av burturkastinum varð brent á opnum plássum uttan roykreinsing og gav tí dálkandi royk frá sær, meðan ein stórur partur endaði í havinum. Hóast burturkastið varð burtur úr fólksins eygum, so má metast, at ein stórur partur av burturkastinum er har enn – onkustaðni á havsins botni.