Bókaframløga og smakkroyndir úr avroðum Í Varpinum í kvøld 6. okt. kl. 20

Hevur tú hug at royna smakkríkar rættir úr avroðum? Kom so við til forvitnisliga tiltakið í Varpinum í Klaksvík í kvøld, 6. oktober, kl 20.00. Nýggja bókin “Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð” verður miðdepilin um hugtakandi sofaprát og forkunnugar smakkroyndir við rættum úr bókini.

Tað eru Kvinna og IRF, sum skipa fyri tiltakinum, sum eisini er partur av Virkið Heyst skránni hjá Klaksvíkar kommunu!

Skrá fyri kvøldið:

  • Kvinna bjóðar vælkomin
  • Sofaprát við Sigurd L. Lamhauge, stjóra, og Lenu L. Mohr, samskiftisráðgeva, hjá IRF um avroð, ið endar sum burturkast
  • Ingibjørg Hansen syngur tvey løg
  • Sofaprát við Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra, um avroð fyrr og í dag
  • Sofaprát við Rannvá Beder, kokk, um at gera mat úr avroðum til bókina
  • Síðan bjóða vit smakkroyndir úr bókini við onkrum leskandi afturvið, meðan Ingibjørg Hansen spælir tvey løg afturat.

Tiltakið er ókeypis. og øll eru hjartaliga vælkomin! Til ber at melda seg til tiltakið her.

Nýggja bókin “Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð” verður til keyps fyri ein góðan prís.

Um nýggju bókina “Tað, sum eftir er”
Nýggja bókin, Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð, gevur avroðum úr seyði nýtt lív – tilfeingi, ið fyrr var sjálvsagt í føroyska køkinum, men sum í dag verður brúkt alt ov lítið og í stóran mun verður burturbeint.
Á 184 litríkum og innihaldsríkum síðum bjóðar bókin fram fjølbroyttar, nútímans uppskriftir, har tríggir dugnaligir kokkar vísa, hvussu vit kunnu gera avroð bæði spennandi og smakkrík aftur.
Men bókin er ikki bert ein uppskriftsbók. Hon er eisini ein frásøgn um felagsskap, siðvenju og minnir – og ein áheitan um at hugsa burðardygt, tá ið vit matgera. Í bókini eru eisini greinar og samrøður, ið varpa ljós á avroð og tilfeingi úr seyði, og sum samstundis minna okkum á týdningin av at brúka allan seyðin.
IRF hevur latið bókina gjørt saman við Kvinnu.

Tað sum eftir er fæst longu nú á kvinna.fo og í hesum bókahandlum: El-in og Visit North í Klaksvík, Rit & Rák og H. N. Jacobsens Bókahandli í Tórshavn, Bókabúðini í Saltangará, og Tangabúðini á Tvøroyri.