Tað er bert vesipappír og skarn, ið eigur at verða skolað niður í vesið.
Alt annað óviðkomandi tilfar kann órógva skipanina og dálka umhvørvið.
Dømir um óviðkomandi tilfar, ið ikki eigur at verða skolað niður:
- Tanntráður
- Vætulappar/ skúmklútar
- Einnýtisserviettar/ vátserviettar
- Vattpinnar
- Hítir
- Bind/ blæur
- Tampong
- Hár
Tá ið óviðkomandi tilfar verður skolað niður, kann tað tippa rørini og viðføra stórar og tíðarkrevjandi trupulleikar fyri Reinsitænastuna hjá IRF.
Hjálp okkum at hjálpa tær – Fylg hesum ráðum, og ansa eftir, hvat verður skolað niður.