Tað er einans vesipappír, piss og kukkur, sum skal skolast niður.
Alt annað skal í ruskílatið, tí um tað verður skolað niður, tippir tað vesikummuna, órógvar skipanina og dálkar umhvørvið.
Dømir um óviðkomandi tilfar, ið ikki eigur at verða skolað niður:
- Tanntráður
- Vætulappar/ skúmklútar
- Einnýtisserviettar/ vátserviettar
- Vattpinnar
- Hítir
- Bind/ blæur
- Tampong
- Hár
Tá ið óviðkomandi tilfar verður skolað niður, kann tað tippa rørini og viðføra stórar og tíðarkrevjandi trupulleikar fyri Reinsitænastuna hjá IRF.
Hjálp okkum at hjálpa tær – Fylg hesum ráðum, og ansa eftir, hvat verður skolað niður.