HVÍTI POSIN

image_pdf

Hvíti posin er til endurvinning av pappíri og pappi. Posin verður heintaður, tá ið hann er fullur.

Reglugerð:

  • Posin skal standa saman við gráa posa
  • Posin er til alt reint papp og pappír 

Papp og pappír, sum kann latast til endurvinning: 

  • Alt reint papp/pappír
  • Tíðarrit og prentað bløð
  • Lýsingar (tak plastposan av fyrst)
  • Smáeskjur (t.d. frá heilivági, smyrsli)
  • Brævbjálvar (við og uttan rút)
  • Skógvaeskjur, papprullur, bøkur
  • Reinir eggjabakkar

Eisini pappír/papp við eitt nú smáum jarnklipsum, klisturstubbum og tílíkum kann latast í hvíta posan.

Papp og pappír, sum IKKI skal latast til endurvinning:

  • Skitið pappír/eskjur
  • Pappír við matleivdum á
  • Papp við nógvari máling á
  • Djús- og mjólkarpakkar
  • Persónlig skriv og myndir
  • Dálkaðir eggjabakkar

Hvítir posar verða bornir út eina ferð um árið

Rull við hvítum posum verða borin út til øll húsarhald í limakommununum hjá IRF eina ferð um árið. Í rullunum er 14 posar, og er hetta roknað til eitt ársbrúk hjá einum vanligum húsarhaldi.

Vilt tú vita meira?

Tá ið pappír og papp verður innsavnað, verður tað koyrt til endurvinningarhøllina hjá IRF í Leirvík. Her verður tað pressað saman og sent til pappírsfyritøkur uttanlands, sum gera tað um til nýtt pappír. Pappír kann endurnýtast 7-10 ferðir

Tá ið pappírstrevjurnar eru endurnýttar so oftani, at meira nýtt pappír ikki kann gerast av teimum, tá verður pappírið í staðin nýtt til m.a. eggjabakkar. Hetta er orsøkin til, at eggjabakkar ikki kunnu endurvinnast.