Hvussu fyrireika Føroyar seg til at handfara brúkt battarí úr el- og hybridbilum?

Hvussu fyrireika Føroyar seg til at handfara brúkt battarí úr el- og hybridbilum á tryggan og skynsaman hátt?

Elbilaídnaðurin hevur tikið dik á seg mangastaðni í heiminum. Føroyar eru einki undantak, og seinastu fáu árini er eyðsýnt, at okkurt er hent á landsins elbilamarknaði. Sambært Akstovuni vóru 1.540 hybridbilar og 1.210 elbilar í Føroyum pr. 31. desember 2022. At tað gerast fleiri el- og hybridbilar á føroysku vegunum hevur við sær, at ein loysn má finnast á, hvussu brúktu battaríini skulu endurvinnast í næstu framtíð. Higartil hevur IRF ikki móttikið nakran el- ella hybridbil, men Kommunala Brennistøðin hevur tikið ímóti einum elbili, einum gomlum hybridbili (frá 2005) og nøkrum modulum. Í løtuni liggja hesi battarí og bíða til víðari viðgerð.

KB og IRF við í verkætlan

Kommunala Brennistøðin (KB) og IRF hava í tvey ár verið partur av eini verkætlan við endamálinum at gera trygdarleiðreglur og mannagongdir fyri, hvussu battarí frá el- og hybridbilum skulu handfarast, tá tey skulu endurvinnast. Í verkætlanini hava verið Føroyar, Ísland og Grønland, sum øll kunnu samanberast, tí talan er um norðurlendsk oyggjalond við fáum íbúgvum, har fjarstøðan til restina av Evropa er stór.

Er møguligt at endurnýta brúkt battarí í Føroyum?

Verkætlanin hevur víst, at áhugi er í øllum trimum londum fyri at varðveita brúkt battarí, sum enn rigga, so at megin í slíkum battaríum kann verða endurnýtt. Til dømis kann talan vera um orkugoymslu til privata nýtslu, løðistøðir ella til aðrar orkuloysnir. Tó eru nakrar avbjóðingar við endurnýtslu, tí ymisku bilmerkini, m.a. orsakað av trygdarávum, ikki geva atgongd til battaríumsitingarskipanir.

Hetta merkir, at tey, ið vilja nýta modul úr battaríum til onnur endamál t.d. orkugoymslu, noyðast at fara uttan loyvi inn í skipanina, og tí ikki kunnu veita garanti fyri vøruna. At hetta verður skipað á ein betri hátt, er ein fortreyt, um fleiri luttakarar skulu á endurnýtslumarknaðin.

Umhvørvisviðgerð og trygdarreglur

Tá ið verkætlanin fór í gongd í 2020 var endamálið at hava eina lidna loysn fyri, hvussu KB og IRF skuldu skipa umhvørvisviðgerð av el- og hybridbilum í Føroyum. KB og IRF samstarva longu sum er um at umhvørvisviðgera allar aðrar bilar, sum verða beindir burtur í Føroyum.

Verkætlanin vísti tó skjótt, at umhvørvisviðgerð av el- og hybridbilum er meira torgreidd enn væntað. Akkumulatorar, ið eru brúktir í bilum eru allir í høvuðsheitum eins uppbygdir, meðan battaríini í el- og hybridbilum eru framleidd á ymiskan hátt, alt eftir hvørji krøv og samstarvsfelagar ymisku bilamerkini hava. Av tí at battaríini hjá bilmerkjunum eru ymisk, er eingin felags leistur ella útbúgving til at handfara hesi battarí í dag.

Fyri KB og IRF er sera týdningarmikið, at trygdarreglurnar á viðgerðarstaðnum eru í lagi og at mannagongdir fyri ymisku sløgini av battaríum verða gjørdar, so ongin skaði stendst av handfaringini av brúktum battaríum.

Arbeiðið víðari

Norðurlendska verkætlanin, sum KB og IRF hava verið partur av, er nú liðug, men av tí, at tilgongdin hevur víst seg at vera meira torgreidd enn væntað, er eingin endaliga loysn til, hvussu ein skipan kann gerast fyri endurvinning av battaríum í Føroyum, men verkætlanin hevur víst á, hvørjir manglar eru.

Við støði í hesum fara KB og IRF nú í samráð við myndugleikarnar um at gera uppskot til eina skipan fyri handfaring og endurvinning av battaríum til el- og hybridbilar. Neyðugt er at tryggja, at skipanin fyri umhvørvisgjald tryggjar umhvørvisviðgerð av øllum bilum, eisini el- og hybridbilum. Umhvørvisviðgerðin skal vera trygg fyri starvsfólkini og skal samstundis tryggja, at tilfeingið í battarínum verður hildið í ringrás.

Eisini er ætlanin at skipa fyri tiltaki í vár, ið snýr seg um tilbúgving, har allir áhugabólkar eru vælkomnir. Út frá hesum tiltaki, er ætlanin at dagføra tilfarið frá verkætlanini, og vónandi fáa tað við í eina yvirskipaða tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.

Øll verkætlanarlýsingin, sum KB og IRF hava verið partur av, kann lesast her.