IRF fingið nýggjan bil í Suðuroy

IRF tók í gjár nýggjan ruskinnsavningarbil í nýtslu í Suðuroynni. Talan er um ein Volvo FM.

Navnið á bilinum er Reyðsmæra. 
Reyðsmæra kemur í staðin fyri gamla ruskinnsavningarbilin, sum er ein Scania frá 2003.

Tríggir mans eru við bilinum. Bilførari er Johannes Ludvig.